Ferðast úti í náttúruni

Danski sjónvarpsmaðurin Søren Ryge Petersen vitjar í hesum døgum Trónd Patursson. Ætlanin er at gera sending um listamannin og væl hevur gingið við upptøkunum. Teir hava ferðast mest úti í náttúruni og í gjár vitjaðu teir Gøtu Kirkju, har Tróndur hevur prýtt við listaverkum úr glasi. Søren Ryge fer av landinum aftur í dag.

Søren Ryge letur væl at Føroyaferðini. Hann vitjar í hesum døgum listamannin Trónd Patursson í Kirkjubø.

Søren Ryge er gitin fyri sínar náttúrusendingar og sendingar úr Norðurlondum, har hann vitjar og lýsir ymisk fólk. Hann kendi Trónd sum listamann og hevði hoyrt um hann, men ongantíð hitt hann. Á eini framsýning í Danmark hittust teir og har spurdi Søren Ryge um møguleiki var at vitja í Kirkjubø. Tróndur bað Søren verða vælkomnan og hesa vikuna hava teir báðir ferðast ymsastaðir. Teir hava verið í haganum, har Tróndur hevur greitt frá list síni og teknað skitsur og teir hava verið í báti út fyri Kirkjubø og á verkstanum hjá Tróndi.

Søren Ryge leggur dent á, at ætlanin er ikki at lýsa alt lív Trónda, men bert at gera eina lýsing av honum og at fáa mynd av, hvør hesin maðurin, ið goymir so nógv í sær, er.

Vanliga leggur Søren Ryge ikki til rættis sínar sendingar til síðsta minutt. Hann letur eisini tey hann vitjar seta ein part av skránni og hann er væl nøgdur við vitjanina hjá Tróndi, sum hann sigur dugir stak væl at siga frá.

Eisini er Tróndur við at gerast sera kendur listamaður í Danmark og aðrastaðir, sigur Søren Ryge.

Søren Ryge dámar væl í Føroyum og hevur verið her fleiri ferðir. Hann er áhugaður í náttúru og list, so einki var meira náttúrligt, enn at vitja Trónd.

Ein vansi hevur tó verið, at dagarnir eru heldur stuttir, skjótt skýmir, men kvøldini hava teir so nýtt til prát og inni á verkstaðnum hjá Tróndi.

Søren Ryge er væl nøgdur við ferðina og arbeiðið, nú hann aftur fer av landinum í dag. Ein sending um Trónd spyrst burturúr, men um hon verður send í vár ella seinni á árinum er enn ikki greitt.