Geir Atle Rishovd, stjóri hjá Norsk Hydro í Føroyum, er so smátt farin at rigga av. Um stutta tíð steingir skrivstovan á Bryggjubakka, og norðmaðurin fer aftur til Noregs, har aðrar uppgávur hjá oljufelagnum liggja og bíða.
Eitt sindur keðiligt, at vit ikki sleppa at skriva restina av søguni. Men vit kenna tað soleiðis, at vit hava verið við í teimum innleiðani kapitlunum, sigur Geir Atle Rishovd.
Hann vísir til, at Hydro m.a. hevur gjørt eitt yvirlit av føroyskum veitarum í sambandi við oljuvinnuna, og Hydro/Saga hevur eisini havt føroyingar til upplæring í felagnum.
Eg vóni, at okkara íkast hevur ført til, at føroyska vinnulívið er lyft eitt sindur uppfrá, sigur Geir Atle.
Skuffaður
Tað er við sorgblídni, at fryntligi og fyrikomandi norðmaðurin takkar fyri seg, tí hann hevur verið í Føroyum hálvttriðja ár. Fyrst sum leiðari á skrivstovuni hjá Saga Petroleum og seinastu tíðina, sum leiðari hjá Norsk Hydro.
Soleiðis eru nú einaferð treytirnar í oljuverðini, og tað kanst tú ikki gera nakað við. Men eg komi at sakna Føroyar og føroyingin, og ætli mær avgjørt at viðlíkahalda góða sambandi, sigur norðmaðurin, ið fer heim um nakrar vikur.
Eg ivist onga løtuna, at eg fari at fáa framhaldandi áhugaverdar og spennandi uppgávur í Norsk Hydro.
Rósar føroyingum
Áðrenn Geir Atle Rishovd steingir og sløkkir, ætlar hann sær inn á gólvið hjá Oljumálastýrinum. Oljumálaráðharrin hevur nevniliga boðið teimum oljufeløgum, ið ikki sluppu upp í part, at fáa eina eftirmeting av umsóknini.
Vit fegnast um henda møguleika og taka av tilboðnum. Tað er altíð gott og sunt at fáa eina eftirmeting, tí kanska er okkurt, vit kunnu læra av í framtíðini, sigur Geir Atle Rishovd.
Stjórin hjá Norsk Hydro í Føroyum rósar eins og flest onnur eisini arbeiðnum hjá Oljumálastýrinum.
Talan er um eina optimala loysn av umráðnum, sum varð bjóðað út, sigur hann.