Húsarhaldsskúlin eitur nú Rótin

Nýggj høli, nýtt navn og nýggjur samleiki.

Húsarhaldsskúli Føroya hevði í dag móttøku.

 

Og á facebook vanganum hjá skúlanum verður nú avdúkað, at skúlin ikki bara hevur fingið nýggj hølir, men eisini nýtt navn og nýggjan samleika.

 

Skúlin eitur nú Rótin.

 

Skúlin skrivar soleiðis á sínum vanga á facebook:

 

NÝGGJ BYRJAN - NÝTT NAVN

 

Rótin ímyndar næmingin, sum gongur á skúlanum. Halda vit okkum til plantufrøðina, so verður tú, sum næmingur plantaður í eitt skapandi og mennandi umhvørvi í skúlanum. Tú festur røtur og sleppur at útfolda tíni skapandi evni, bæði handaliga og tímiliga. Tú fært grundleggjandi og dygdargóða vitan innan mat, mentan, tilfeingi, kropp, heilsu og alskins handarbeiði osfr. - Ein markleysur lærdómur fyri lívið

 

Vit gleða okkum til eina spennandi framtíð við nýggjum samleika.

 

##med2##