Búskaparráðið hevur júst givið frá hondum eina frágreiðing um kommunubúskapin og eldraøkið.
Kommunubúskapur og kommunusamanlegging hoyra óloysiliga saman - men tað var ikki ein av høvuðsboðskapunum hjá Johnny í Grótinum, hóast tað átti at verið tað.
Tað var ikki sørt skuffandi at hoyra formannin í Búskaparáðnum greiða frá innihaldinum í teirra seinastu frágreiðing um kommunubúskapin og eldraøkið. Nógv fakligt skrivarí og tos um, hvat er galið í rakstrinum á eldraøkinum, um dupultfunktiónir, størri búeindir, um tøkni og organisering, eindarkost og endurskoðan av fíggingarleistinum osv.
Alt gott um tað, men sera fáorðað um stóra tørvin á kommunusamanlegging. At ikki nevna kommunusamanlegging virkaði næstan sum bestil arbeiði.
Evnið kommunusamanlegging er bara sporadiskt nevnt í frágreiðingini - ikki eingongd eitt sjálvstøðugt evnið.
Bara snikk snakk um samstørv upp á tvørs av kommunum - fløkjasligar, óbrúkiligar, og ódemokratiskar neyðloysnir, sum verða nevndar aftur og aftur - nú eisini av Búskaparráðnum.
Og í allari neyðini verður nomið við kommunala útjavning, nú eisini kallaður kommunalur blokkur. Men eg kann siga tykkum, sum droyma um tað, at tað verður ongin kommunal útjavning ella blokkur við 29 kommunum.
Tað sær út til, at í politisku skipanini gongur tað út uppá alla tíðina at leypa, har garðurin er lægstur, tá talan er um kommunusamanlegging.
Føroyar eru fullkomiliga eftirbátur at strukturera okkara samfelag við færri kommunum. Nakað, sum er avgreitt fyri 40-50 árum síðani í okkara grannlondum. Hjá okkum er samanlegging upp til kommunurnar at gera av, og tí verða samanleggingar gjørdar óskipað og tilvildarliga – ella slett ikki.
Vit hava brúkt milliardir uppá at menna eitt infrakervi á landi og sjógvi í Føroyum, og soleiðis knýtt okkara borgarar, stovnar, fyritøkur o.a. tættari av hvør øðrum. Harafturat hava vit eitt sera gott digitalt infrakervi, sum uppá ymiskar mátar ger okkum óheft av staði og tíð.
Vónandi er Nýskipanarnevndin so mikið at sær komin, at hon mælir til at leggja kommunurnar saman í størri eindir sum skjótast. Ein strukturbroyting av samfelagnum, sum eigur at standa ovast á politiska breddanum til eitt komandi val og avgreiðast innan 2-3 ár við lóg.
Við kommunureforminum í Danmark í 1970 vórðu tær 1.300 sóknarkommunurnar lagdar saman í 275 eindir og aftur í 2007 niður 98 kommunur. Hví? - jú fyri at gera kommunurnar meira búskaparliga-, fakliga- og umsitingarligar burðardyggar og førar fyri at loysa kommunalu uppgávurnar og avbjóðingarnar fyri framman.
Hesin reformurin verður fataður sum ein tann størsti og mest týðandi í Danmark og donskum politikki, tí hann gjørdi kommunurnar kappingarførar.
Búskaparliga, fakliga og umsitingarliga orkan hjá øllum teimum smáu kommunum í Føroyum fer ikki at megna krevjandi uppgávuna og fíggingina av eldraøkinum - so einfalt er tað!
Tí verður tvingandi neyðugt at skipa Føroyar í størri kommunalar eindir. Hetta er ein avgerandi fortreyt fyri, at samfelagið kann klára seg í kappingini um okkara borgarar, og at vit skilagott kunnu útbyggja og reka hetta landið og kommunurnar, uttan dupultíløgur, óneyðga umsiting o.a.
Johan Dahl
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin