Mentanardagurin Heystglóð verður í Klaksvík 11. oktobur

Mentanardagurin HEYSTGLÓÐ savnar fólk í einum fjølbroyttum og livandi degi, har tónleikur, list, søgur og matsmakkingar skapa upplivingar fyri allar aldursbólkar. EIn hátíðardagur, sum sameinir siðvenjur og nýskapandi hugskot – og gevur rúm fyri bæði gleði, íblástri og felagsskapi.

 

Matmarknaður, matverkstova, listaframsýningar, fyrilestrar, tyrla, brandstøðin, sjúkrabilar, konsertir og handlar hava opið til kl 20.00, skrivar klaksvik.fo.

 

- so ein rúgvismikil skrá. Umráðandi at fylgja við næstu dagarnar har tiltøkini verða løgd út bæði á heimasíðu og fb.

 

Heystglóð verður sett á Spinnarínum leygardagin 11. oktobur kl 14, har forkvinnan í Mentanarnevndini, Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, setur dagin og vit hoyra vakrir tónar frá Astu Højgaard og Mads á Heyggi.

 

Skráin sæst á https://visitnorth.fo/heystglod og á facebook síðuni hjá Heystglóð.