Nyrup í trongum skóm

Sambært viðmerkingunum frá danska forsætisráðharranum, hevði hann ikki væntað, at føroyingar fóru at gera vart við seg júst nú

Tað kom ivaleyst dátt við hjá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, at Landsstýrið nú krevur at fáa svar í seinasta lagi 5. mars.

Hetta hevur landsstýrið í samráð við serfrøðingabólkin gjørt av. Skal rættarmál reisast móti Fíggingargrunninum, statinum og Den Danske Bank, er neyðugt at hava stundir at fyrireika málið áðrenn 22. mars, tá fyrningarfreistin er av.

Í tíðindaskrivi sigur Nyrup Rasmussen, eftir at hava móttikið brævið frá Landsstýrinum, at hann undrast yvir innihaldið og tónan í brævinum.

- Eg havi altíð lagt dent á, at okkara samstarv byggir á virðing frá báðum síðum - og tað geri eg framvegis, sigur Nyrup Rasmussen.

Nyrup Rasmussen vísir annars á, at hann fyri 14 døgum síðan um Kamaradvokatin segði løgmanni, at danska stjórnin fegin gongur inn fyri at leingja fyrningarfreistina.

- Tað er eisini greitt at samráðingarnar millum donsku stjórnina og Landsstýrið ikki eru treytaðar av einum ávísum ásettum degi. Tað vita bæði løgmaður og Landsstýrið væl, sigur Nyrup Rasmussen.

Hann sigur at enda í tíðindaskrivinum, at stjórnin vegna Landsstýrið hevur átikið sær at at hjálpa við til at allir partar í málinum - eisini Den danske Bank - er við í slíkari avtalu.

- Den Danske Bank noyðist at taka støðu til málið. Vit vænta okkum svar frá Den Danske Bank í vikuni, sigur Nyrup Rasmussen í tíðindabrævinum, dagfest 24. februar.

Í Landsstýrinum verður sagt til tað, sum Nyrup sigur um, ?at samráðingarnar millum partarnar ikki eru treytaðar av einum ein ávísum degi3, at Landsstýrið als ikki hevur nakra avtalu við Nyrup Rasmussen, ið líkist hesum, sum hann sipar til.

Sannlíkt er, at forsætisráðharrin hevur væntað sær frið um bankamálið, meðan valstríið er í Danmark. Við seinasta útspælinum hjá Landsstýrinum, verður Nyrup Rasmussen noyddur at taka støðu til málið, áðrenn vikan er farin.