Tað hevur ljóðað at áhugin fyri at stovna matstovu og annað virksemi, sum krevur skeinkiloyvi, er stórur í Havn.
Nú eini seks- átta skeinkiloyvi eru tøk at søkja, er ið hvussu er, ein ítøkilig ætlan komin undan kavi.
Tað er Høgni Danielsen, vinnulívsmaður, sum nú fer undir at gera álvara av sínum ætlanum, um at stovna matstovu og dansistað í Skálatrøð.
Hann keypti Kvøldlot í sínari tíð, og hevði ætlanir um at leiga hann, til teir, sum stóðu fyri virkseminum
Nakrar mánaðir seinni var Kvøldlot latið aftur og Høgni Danielsen stóð við einun tómum bygningi, sum hann ikki visti, hvat skuldi brúkast til.
Síðani varð farið undir at umvæla bygningin kortini, við tí endamálið at lata upp aftur, men hetta arbeiðið varð stegað, av tí at útlitini fyri at fáa skeinkiloyvi, ikki vóru til staðar.
Tá Maxim og Royal Club, sum høvdu til húsa í Albert Hall á Argjum, lótu aftur, keypti Høgni Danielsen part av innbúgvinum og bæði heitini, við tí endamáli brúka tey seinni.
Høgni Danielsen sigur, at nú verður aftur farið undir at umvæla bygningin á Skálatrøð, og at hann hevur sent umsókn inn at fáa skeiniloyvi. Enn er nógv eftir at umvæla, tí hetta skal vera eitt valastað.
Tekningar og byggiloyvi eru fingið til vega, og eftir hesum verður partur av niðaru hædd gravað út.
Maxim og Royal Club
í Kvøldloti
Matstovan Maxim á ovaru hæddini verður 155 fermetrar til støddar, og somuleiðis dansistaðið Royal Club á niðaru hædd, men at ein trappa bindir støðini saman.
Er talan um eitt alment stað, ella verður tað bert fyri limum?
Hetta verður alment stað, har øll kunnu koma, sigur Høgni Danielsen, sum ikki veit, hvussu nógv fólk fara at arbeiða á staðnum.
Spurdur um heitini Maxim og Royal Club borgar fyri, at hetta verða valastøð, sigur Høgni Danielsen, at tað helst verður í fínara lagi.