Í fótbólti er tað so, at tað eru málini, sum telja. Ikki er tað nokk at hava meginpartin av spælinum og so at siga allar málmøguleikarnar. Hetta noyðast hvalbingar at staðfesta eftir landskappingardystin í 2. deild í Hvalba leygardagin millum Royn og KÍ.
Royn legði hart út
Hvalbingar løgdu trýst á verjuna hjá klaksvíkingum beinanvegin. Hetta gav eisini úrslit, tá ið bert átta minuttir vóru leiktir av dystinum. Royn spældu bóltin fram eftir vøllinum, har hann endaði hjá Eyðstein Jacobsen, sum spældi bóltin víðari til Njál Niclasen. Komin nakað inn í brotsteigin hjá klaksvíkingum, spældi Njálur bóltin út aftur til Eyðstein Jacobsen, sum var staddur beint uttan fyri brotsteigin, og hann smekkaði bóltin í málið til 1-0 til hvalbingar.
Spælið var fyri tað mesta á KÍ hálvuni í fyrra hálvleiki, og hvalbingar høvdu nógvar málmøguleikar, sum teir tó ikki gjørdu sær dælt av. Liðini fóru tí til hálvleik við støðuni 1-0 til heimaliðið Royn.
Javnaðu beint
eftir steðgin
Tað vóru bert leiktir fimm minuttir av seinna hálvleiki, tá ið klaksvíkingar javnaðu. Ein høgur bóltur bleiv sendur inn um verjuna hjá Royn, har tann kviki Høgni Kastalag rann frá øllum, og í aðru atløgu eydnaðist tað honum at senda bóltin fram við málverjanum hjá hvalbingum og í málið til javnleik 1-1.
Heimaliðið helt tó fram við at trýsta á KÍ málið, men tá ið einir 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, fingu hvalbingar ein mann útvístan, og hetta gjørdi, at klaksvíkingar komu meira við í spælið. Tó so, eftir at teir vóru skerdir til 10 mans, høvdu hvalbingar tvey skot á stongina og eitt á tvørstongina. Bólturin vildi tó ikki inn í málið, og tískil noyddust liðini at taka til takkar við einum stigi í part.