Í DAG verður stór upphædd sett á fíggjarlógina til nettup at umsita og menna eina ferðavinnu. Ferðaráð Føroya hevur eina bæði spennandi og avbjóðandi uppgávu.
MONG av ferðafólkunum, sum koma til landið, fara um flogvøllin í Vágum. Fyri ikki at tosa um øll tey, sum dagliga ferðast um flogvøllin í vanligum arbeiðsørindum. Ein týðandi partur av ferðavinnu og flutningi annars er informatión - kunning. Og tá talan er um flogvøllin, eitt tað mest týðandi ?knútapunktið? fyri allan flutning til og úr Føroyum, so hevur Kunningardiskurin havt alstóran týdning. Hetta kunnu mong við okkum vátta. Her fekst tú eisini eina frálíka tænastu.
NÚ hevur eingin Kunningardiskur verið í eina tíð, og hetta er eitt ómetaliga stórt afturstig. Syrgiligu, løgnu og ørkymlandi søguna um lagnuna hjá Kunningardiskinum og teimum fólkum, har hava arbeitt, kenna flestu okkara og skulu vit ikki endurgeva hana. Tó so, torført hevur verið at fáa nóg nógvar upplýsingar um, hvat veruliga er hent í hesum máli og hví. Hvør hevur ábyrgdina og hvat verður endin á hesi søgu osfr.
EFTIR okkara tykki má og eigur tað at vera eitt krav frá teimum - og eisini til tey - sum stýra og skipa ferðavinnuna her á landi, at Kunningardiskurin í Vágum verður latin uppaftur. Ein skuldi ikki trúð, at tað var so torført at fáa hesi viðurskiftini í rætt lag aftur, men her tykist alt verða koyrt upp í ein ellibita, so tað er torført hjá almenninginum at síggja og vita, hvat veruliga er hent og hendir. Áhugavert hevði verið at fingið at vitað, hvat hægsti myndugleikin á økinum, landsstýrismaðurin í ferðamálum hevur at siga til hetta málið. Hvat sigur formaður í Ferðaráðnum og leiðslan á ferðaráðnum osfr. Skal tað plaserast ábyrgd her, og hvør hevur ábyrgdina? Vónandi fáa vit svar uppá hesar spurningar komandi dagarnar. Eitt er víst: Kunningardiskurin má og skal latast uppaftur sum skjótast.









