Nýggi eigarin heldur, at alt ov fáir handlar selja barnaklæðir í Havn.
Hertil kemur, at klædnaverksmiðjan Benetton hevur framúr góð barnaklæðir. - Úrvalið er fjøllbroytt og tilfarið er ótrúliga slitsterkt, fæst í alskyns litum, sum ikki litfarast, hvussu ofta klæðini verða vaskað, sigur Anida Johannesen.
Hon hevur tikið yvir handilin eftir Tótu Sørensen, sum eigur handilshúsini í Sverrisgøtu, og hevur hárfríðkanarstovu á miðhæddini.
Tóta Sørensen stovnaði Benetton handilin fyri nøkrum árum síðan, tá handilshølini í stovuhæddini vóru tøk til hetta endamál.
Anida Johannesen hevur seinastu tíðina arbeitt i Benetton. Hon er komin fram til, at hóast klæðini til ung og tilkomin eru væl umtókt, so er tað en meira umráðandi at selja Benetton barnaklæðini, sum bert fáast í hesum handlinum.
Vandur klædnaseljari
Nýggi eigarin í Sverrisgøtu er annars væl kend við at selja klæðir. Hon hevur arbeitt í handlum í fleiri ár, Har hon hevur selt mannafólka- og konufólkaklæðir, og hevur eisini verið við til at stovna annan barnahandil í býnum.
Barnahandilin Benetton hevur alt hugsandi innan klæðir til børn frá aldrinum o - 12 ár.
I seinastuni er Benetton verksmiðjan eisini farin undir at gera undirklæðir til børn. Um stutta tíð eru tey eisini at fáa í Sverrisgøtu, og tá kanna alt til børn fáa á einum stað, sigur Anida Johannesen.
Sama príslega
og aðrastaðni
Um prís og góðsku sigur nýggi eigarin, at fólk ofta hveppa seg við at fara til handils í Benetton, tí tey halda hesi klæðini kosta serliga nógv.
Tað er als ikki so. Øll kunnu finna okkurt plaggið til børnini her, og klæðini kosta ikki meir enn onnur klæði, sigur Anida Johannesen, sum hevur somu upplatingartíðir, sum hinir handlarnir í miðbýnum. Frá kl. níggu á morgni til 18.30. Fríggjadag til kl. 19 og leygardag til kl. 14.