Tað eydnaðist Kolumbia at vinna á Demokratiska Lýðveldinum Kongo í dysti í innleiðandi HM-bólki K á Estadio Akron leikvøllinum í Zapopan.
Tá 76 minuttir vóru leiktir av dystinum skoraði væl leikandi, Daniel Munoz einasta málið í dystinum, tá tað eydnaðist honum at fanga kongolesiska málverjan á skeiva beininum.
Kolumbia fekk heili trý mál kolldømd fyri rangstøðu.
Talan var um uppibornan sigur til Kolumbia, ið hevði bóltin 64 prosent av tíðini. Kolumbia hevði níggju málroyndir innanfyri rammurnar, meðan Kongo bert hevði eina.
Kolumbia-Kongo
1-0 Daniel Munoz ('76 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum, har Kolumbia hevði greiða yvirvág.
Kolumbia er fremst í bólkinum við seks stigum, og hevur vunnið seg til sekstandapartsfinalurnar. Portugal hevur fýra stig, Kongo hevur eitt stig, meðan Usbekistan einki stig hevur.
Tíðliga sunnudagin klokkan hálvgumeitt - um náttina føroyska tíð - spæla Kolumbia og Portugal bólkafinalu á Hard Rock leikvøllinum í Miami. Somu klokkutíð spæla Kongo og Usbekistan á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











