LÍF hevur 1. deild í eygsjón

Fótbóltur: Leirvíkingar vunnu fyrra dystin um rættin til at spæla í 1. deild í 1999 móti sumbingum. Returdysturin verður næsta vikuskifti

Um LÍF tapir í Sumba og ikki flytir upp í 1. deild, hava teir bert sær sjálvum at takka fyri tað. Leirvíkingar vunnu fyrra dystin um rættin at spæla í 1. deild komandi ár móti Sumba við tveimum málum móti einum, men serliga í fyrra hálvleiki høvdu teir kjansirnir til fleiri mál.

LÍF byrjaði dystin sera offensivt, og tað virkaði, sum um sumbingar vórðu tiknir eitt sindur á bóli av hesum. Heimaliðið fekk hol á, tá 20 minuttir vóru spældir, og tað var eitt sera gott mál. Hjørleif Olsen vann bóltin nakað inni á egnari hálvu, og hann gjørdi ikki mætari enn at fara sjálvur allan vegin og skora, eftir at fýra-fimm sumbingar til fánýtis høvdu roynt at steðga honum.

Tað hevði týdning hjá leirvíkingum at fáa hol á rímiliga tíðliga, og teir øktu um leiðsluna, tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Eitt hornaspark endaði við eitt sindur av aftur og fram spælið framman fyri Sumba-málinum. Bólturin endaði hjá Poul Suna Dam, sum skeyt. Málverjin vardi fyri, men bólturin endaði beint hjá Olgari Danielsen, sum stutt frá málinum var tryggur.

Beint eftir hetta málið bleiv Kristjan á Reynatrøð púra leysur framman fyri málinum, men hann skeyt við síðuna av.

Í staðin fyri fingu sumbingar eitt sera týdningarmikið mál, tá slakir tíggju minuttir vóru eftir. LÍF hevði júst tá havt ein stóran kjans, men Sumba slær kontra, og eftir ein stóran málmansbrølara eydnaðist tað Eiriki Joensen at skora til 1-2.

Leirvíkingar iðraðu seg, men teir hava framvegis bestu kortini á hondini áðrenn returdystin, sum verður spældur á Krossinum í Sumba komandi vikuskifti.

Útimál telja ikki í hesum samanhanginum, so um Sumba vinnur við einum máli ? líkamikið um tað er 1-0 ella 3-2 ? verður longd leiktíð og kanska eisini brotssparkskapping. Vinnarin spælir í 1. deild næsta ár.