ikki er heima í Føroyum føðingardagin, tí gestablíður hevur tú altíð verið og mong eru tey, sum hava sitið væl í heimi tykkara, hjá tær, Jóhonnu og børnunum. Henry er sum sagt føddur 6.08.1933 í Norðragøtu [...] Í dag 6. august fyllir javnaðarmaðurin Henry Jarnskor 65 ár. Hvør skuldi trúð tí, at ein, sum sær út, sum ein unglingi er vorðin so gamal. Henry hevur alt sítt lí verið javnaðarmaður, hevur í tíð og ótíð [...] fiskimanna og verkamanna, hevur ført arvin víðari sum hann fekk frá faðir og móðir síni í vøggugávu. Henry hevur verið virkin í øllum tí hann hevur tikist við. Serliga virkin hevur hann verið innan ítróttin. Sum
H71 vann nakað í bestu deildini hjá monnum. Annars er at nevna, at eingin flutti niður í 2. deild í fjør. Í fjør vóru seks lið í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum, men í ár eru tey sjey í tali. Nýggju [...] um í fjør, men enn er ikki greitt, um hann verður við í ár. Kvinnurnar hjá StíF, sum í fjør blakaðu eitt upplagt FM-heiti burtur á næstseinasta spælidegi, ætla sær óivað at fáa hendur á gullinum í ár. [...] er so at siga óbroyttur, og í Signhild Petersen eiga tær ein tann besta kvinnuliga hondbóltsspælaran í Føroyum. Andreas skal venja Neistan Neistin endaði á aftasta plássi í bestu mansdeildini seinasta
Hinvegin hevur grunnurin so sett meiri pening í obligatiónir. 45 mió. krónur standa bundnar í obligatiónum við ársenda í 1997 móti knøppum 32 mió. krónum í 1996. Øll hesi tølini merkja tá samanumkemur, [...] fyritøkur bert fáa lán úr grunninum, um talan er um samstarv við fyritøkur í Grønlandi ella Føroyum. Fýra lánitilboð til Føroya Nevndin sigur í frágreiðing síni, at virksemi var størri enn tey útgoldnu lánini vísa [...] men bert 7,6 mío. krónur vórðu útgoldnar í árinum. Restin verður vantandi útgoldin í 1998. Fyri at nýggju viðtøkurnar skulu virka eftir ætlan hevur nevndin í grunninum lagt eina ætlan fram fyri Norðurlendska
Í gjár fór ein bólkur við 15 fólkum frá Frelsunnarherinum í Føroyum til Íslands at taka lut í eini kórstevnu, sum verður hildin í Reykjavík. Kórini, sum luttaka, eru ikki so mong, men tey eru øll frá [...] Luttakararnir úr Føroyum eru fimtan í tali og koma úr øllum landinum. Tiltakið í Reykjavík verður skipað í »Gospelworkshops«. Har verður millum annað sangundirvísing og eisini undirvísing í ymsum ljóðførum [...] syngja saman við norðmonnunum. Ingolfstorgið í Reykjavík er at sammeta við túni við Gamla bókhandil í Havn. Tað er nevniliga á Ingolfstorginum, at Frelsunnarherurin í Reykjavík vanliga hevur sínar útifundir
onkuntíð hava verið í slíkum kappingum, fingu hol á. Føroyingar mistu í uppspæli í høgru, sviar fóru í mótálop, og innleggið varð í lítið pressaðari støðu beint út til horna, sum varð stútað í málið. Føroysku [...] Høvuðsmálið hjá føroyingunum í fyrireikingunum til opnu norðurlendsku kappingina fyri U-16 landslið, sum í hesum døgum er á norðurlandinum í Íslandi, hevur verið at fáa venjingarstøðuna so mikið góða, [...] at íslendsk bløð í gjár hildu fyri, at Svøríki vann ov nógv ímóti Føroyum, sum hevði møguleikar at fáa mál. Longu eftir sjey minuttir hevði Hjalgrím Elttør góða roynd. Uppspælið var í høgru og inn móti
tó verið í samband við Skandinavisku Barnamissiónina og tá Ólavur kom inn í myndina, setti hann seg í samband við New Tripes Missión, tí hann visti um føroying, ið hevði eitt sindur at siga í felagsskapinum [...] Í einum húsum á Argjum stendur telefonin ikki still í hesum døgum. Orsøkin er, at har hava tey sett sær fyri at fara til Filipsoyggjarnart fyri hjálpa gøtubørnum í Manilla og tað krevur fyrireiking. Tá [...] nýtast aftaná at greiða fólki frá støðuni í Manilla, sigur Angela. Skelkandi tøl Hóast byrjanin var í lagið, so stóðu tey eitt sindur á berum. Angela hugdi so í telefonbókina, fyri at finna eitt felag,
Teir flestu av teimum búgva í Klaksvík í dag. Eins nógv sum í Klaksvík Men sjálvt um Jógvan roknar við, at nøkur av børnunum sum vaksa upp í bygdini festa búgv aðrarstaðir í landinum, tá ið tey verða vaksin [...] onnur tíðarskeið, tá ið næstan eingi børn hava verið í bygdini, sigur Jógvan Joensen í Innistovu í Trøllanesi. ? Tað vísir seg, at tey flesu eru smá í senn, og so er eitt tómróm, áðrenn nøkur børn koma aftur [...] tað í hesari - eini av teimum smæstu bygdunum í Føroyum - eru heili 10 børn av 24 íbúgvarum, so heldur Jógvan tó ikki, at tað er so øgiliga nógv at tosa um. ? Tá ið eg sjálvur var smádrongur her í bygdini
Kallsberg hevur sagt, at hann fyrst vil seta seg inn í málið fyri síðan at finna útav, hvat gerast skal. Í hesum sambandi hevur samráðingarleiðarin verið í Føroyum, men hvørki løgting ella uttanlandsnevnd vita [...] lønargjaldingarnar í fiskivøruídnaðinum er vaksnar 11% eftir at hava fallið í fjør. Men framvegis verður nógvur fiskur útfluttur óvirkaður, hóast fyrsti ársfjórðingur er nakað minni í ár enn í fjør. Sambært [...] burturúr Tað er hugaligt, at fólkatalið aftur veksur í Føroyum. Men eg haldi, at vit politikkarar skulu vera varugur við, at tað framvegis eru øki í Føroyum, sum avgjørt einki fáa burtur úr vaksandi fólkatalinum
millum 7 og 10 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst yvir Íslandi fer spakuliga í landnyrðing og gevur eitt skifti vestanvind og æling. Í dag: Síðst í vikuni fer eitt grunt lágtrýst framvið Føroyum í ein landsynning [...] Veðrið í dag: Upp í ein strúk av útsynningi og vestri, minkandi niður í andøvsgul. Sólglottar og kanska okkurt ælið og hitin millum 8 og 12 stig. Veðrið leygardagin: Hann minkar vindin til lot av ymsum [...] Veðrið sunnudagin: Hann veksur vindin upp í ein strúk av eystri og regn eitt skifti. Hitin millum 8 og 12 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Hann hækkar upp í norðan og minkar vindin til andøvsgul. Sólglottar
tunfisk undir Føroyum, og er nú fyrsti rættiligi tunfiskabáturin keyptur úr Malaysiu, so at siga klárur at fara til fiskiskap. Upprunaliga er hetta trolari bygdur á Assens skipasmiðjuni í Danmark í 1976, men [...] móti Føroyum. Ferðin heim kemur at taka einar 35 dagar, metti reiðarin, um alt gongst eftir ætlan. Og tað er eisini at vóna, tí nú er besta tíð til tunfiskaveiðu undir Føroyum, sum endar einaferð í november [...] yviri síðan tá. Hevur klassapappír Hósmorgunin høvdu vit Hans Andrias Joensen, reiðara, í telefonini - hann var staddur í Malaysiu - og metti hann tá, at teir fóru at sigla »Leitistein« heim um vikuskiftið