Høvuðsmálið hjá føroyingunum í fyrireikingunum til opnu norðurlendsku kappingina fyri U-16 landslið, sum í hesum døgum er á norðurlandinum í Íslandi, hevur verið at fáa venjingarstøðuna so mikið góða, at spælararnir orka at fylgja við í allar 80 minuttirnar og ikki fella saman síðstu løtuna, soleiðis at tapini verða fýra ella fimm mál størri, enn munurin annars kundi veri.
Og skulu vit meta út frá fyrsta úrslitinum, so eydnaðist tað hampuliga væl. Føroyar eru í bólki við Svøríki, Finnlandi og Onglandi, og í fyrsta dystinum ímóti Svøríki taptu Føroyar 3-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Venjarin, Jógvan Martin Olsen, sigur úr Íslandi, at úrslitið var ikki nóg gott, tá avrikið verður havt í huga. ? Men tað vísir seg aftur og aftur, at okkara dreingir hava ilt við at gera nýtslu úr møguleikunum. Fyrstu 20 minuttirnar vóru vit á hædd við teir, og allan 2. hálvleik vóru vit væl við. Tað var hugaligt at staðfesta, at spælararnir ikki bara sparkaðu burtur, sum vit onkuntíð hava sæð, men at teir varðveittu bóltin, fluttu fólkið fram og spældu seg til onkran málmøguleika, samstundis sum verjuparturin var væl skipaður alla tíðina, burtursæð frá síðstu 20 minuttunum av 1. hálvleiki, sigur venjarin.
Frá ferðaleiðaranum, Dánjali Andreasen, frætta vit, at íslendsk bløð í gjár hildu fyri, at Svøríki vann ov nógv ímóti Føroyum, sum hevði møguleikar at fáa mál.
Longu eftir sjey minuttir hevði Hjalgrím Elttør góða roynd. Uppspælið var í høgru og inn móti miðjuni, áðrenn tað var stungið fram ímillum. Hjalgrím kom leysur í brotsteiginum, men málverjin bjargaði royndini úr ellivu metrum til horna.
Í 2. hálvleiki hevði Jón Rói Jacobsen, sum spældi sera væl á álopsrættaðum miðvallarplássi í høgru, tveir møguleikar. Eftir tveir minuttir varð fríspark gjørt ímóti honum dygst uttanfyri brotsteigin, eftir at hann hevði sneitt tríggjar av, og fimm minuttir seinni hevði hann góða roynd, sum fór í síðunetið. Fríspælingini stóð Brynjálvur Nielsen fyri.
Í 2. hálvleiki hevði Svøríki eina góða langskotsroynd, sum Karstin Joensen bjargaði sera væl til horna.
Svarta løtan
At prísurin í altjóða fótbólti er høgur, tá tú ert óskettin, var seinni helmingur av 1. hálvleiki ímóti Svøríki gott dømi um.
20 minuttir vóru farnir, tá sviar, ið ikki vóru so sannførandi hesa ferð, sum teir onkuntíð hava verið í slíkum kappingum, fingu hol á. Føroyingar mistu í uppspæli í høgru, sviar fóru í mótálop, og innleggið varð í lítið pressaðari støðu beint út til horna, sum varð stútað í málið. Føroysku spælararnir vildu vera við, at málverjin, Karstin Joensen, varð hildin og tískil ikki slapp út, men tað hildu norski dómarin og íslendsku linjuverjarnir ikki, og so var 1-0.
Og bara fimm minuttir seinni var 2-0, tá føroyski málverjin mistók seg í metingini av frísparksbólti úr 25 metrum. Ein minutt fyri hvíldina ? eftir 39 minuttir ? øktu sviar enn eina ferð. Uppspælið var í høgru, og innleggið varð stútað í kassan. Aftur hesa ferð vóru føroysku eftiransingarnar ov leysar.
So stóð einki til, og nógv bendi á skrædl í 2. hálvleiki, men tá kom nógva venjingin føroysku spælarunum til góða.
Beint eftir dystin hjá føroyingum spældu Ongland og Finnland. Tað endaði við 3-3 javnleiki, men tað stóð leingi illa til hjá Finnlandi, ið annars verður mett at hava eitt sera gott lið í ár.
Til stutt fyri leiklok var Ongland á odda 3-1, men innanfyri ein minutt fekk Finnland tvey mál.
Føroyingar sóu við egnum eygum, at helst eru bæði Finnland og Ongland væl betri enn Svøríki, so vónirnar fyri at sleppa undan stórtapum vóru kanska ikki tær bestu, men spælararnir vóru væl fyri, áðrenn teir í gjár klokkan trý skuldu spæla í Húsavík ímóti Onglandi.
Í hinum bólkinum spældu íslendsku vertirnir á Akureyri ímóti Noregi, sum vann við ikki minni enn 8-2. Á Ólafsfirði vann Írland 4-0 ímóti Danmark.
Stórur blíðsskapur
Veðrið var gott, tá føroyingar spældu í Dalvík. Tað var turt, og tá teir fóru at spæla datt lotið burtur, sum hevði verið. Hitastigini mundu vera eini fimtan.
Tað vóru ikki so heilt fáir áskoðarar, og teir tóku á við føroyingum. Millum áskoðararnar vóru Uni Arge, Jens Martin Knudsen og Páll Guðlaugsson og aðrir føroyingar, sum búgva har á leið.
Sum altíð so var íslendska gestablídni stórt, og eftir dystirnar vóru føroyingarnir, sviarnir, onglendingarnir og finnararnir bodnir til døgurða hjá bygdarráðnum í Dalvík, har tað búgva eini tólv hundrað fólk, ella umleið eins nógv, sum tað búgva á Toftum.
Fríggjadagin klokkan trý spæla føroyingar aftur í Dalvík. Tá er Finnland mótstøðuliðið. Leygardagin verður spælt um endaligu plaseringarnar.
Føroyska liðið ímóti Svøríki sá soleiðis út:
Karstin Joensen, KÍ ? Bárður Johannesen, B36, Teitur Ellingsgaard, HB, Atli Gregersen, Neksø ? Jóannes L. Jacobsen, KÍ, Niels Joensen, B36, Símun Joensen, KÍ, Elfinn Ørvarodd, SÍF ? Brynjolvur Nielsen, NSÍ, Jón Rói Jacobsen, HB ? Hjalgrím Elttør, KÍ (Vagnur Mortensen, HB, 60.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Pól Næs Joensen, B36, Helgi Justinussen, B36, Kristian Poulsen, B68 og Gisli Dánjalsson, Royn
Gult kort: Jón Rói Jacobsen 22.