»Leitisteinur« keyptur fyri góðar 3 milliónir

Nýggi tunfiskabáturin hjá Pf. Túgvusteini kostaði góðar 3 mió. kr. at keypa, men Hans Andrias Joensen, reiðari, roknar við at brúka aðrar 3 mió. kr., áðrenn báturin er klárur at fara til fiskiskap. »Leitisteinur« er á skipasmiðju í Malaysiu í løtuni, men fer at sigla um vikuskiftið

Føroyingar fara nú eisini at royna at veiða tunfisk undir Føroyum, og er nú fyrsti rættiligi tunfiskabáturin keyptur úr Malaysiu, so at siga klárur at fara til fiskiskap. Upprunaliga er hetta trolari bygdur á Assens skipasmiðjuni í Danmark í 1976, men í 1994 varð hann umbygdur til tunfiskabát.

Felagið, sum umbygdi »Jenning W«, nú »Leitisteinur«, til tunfiskabát fór av knóranum, og var báturin seldur til Malaysiu, men eisini Malaysiska felagið fór á heysin, og hevur báturin tí ligið við bryggju har yviri síðan tá.


Hevur klassapappír

Hósmorgunin høvdu vit Hans Andrias Joensen, reiðara, í telefonini - hann var staddur í Malaysiu - og metti hann tá, at teir fóru at sigla »Leitistein« heim um vikuskiftið.

Tað gekk ikki so skjótt á skipasmiðjuni, tó at báturin hevur klassapappírini, sum Hans Andrias hevði roknað við, men talan var bert um vanligt eftirlit við skipinum nú, áðrenn setast skuldi kós móti Føroyum.

Ferðin heim kemur at taka einar 35 dagar, metti reiðarin, um alt gongst eftir ætlan. Og tað er eisini at vóna, tí nú er besta tíð til tunfiskaveiðu undir Føroyum, sum endar einaferð í november.


Selja sjálvir

Spurdur, um gjørdar eru nakrar avtalur við aðrar um sølu og annað, sigur Hans Andrias, at teir fara at royna at selja veiðina sjálvir og soleiðis fáa sum frægast burturúr.

Og viðvíkjandi tí góða prísinum fyri tunfisk, sigur Hans Andrias, at hann svingur úr 4-700 krónur kilo. Vit hoyra bert um tann góða prísin, sigur hann, men tað rætt, at prísurin sum heild er góður.

Umframt henda nýggja tunfiskabátin, sum nú hevur fingið navnið »Leitisteinur«, eigur Pf. Túgvusteinur »Thor«, »Tórsvík« og »Túgvustein«.