Yvirskot í Vestnorden grunninum

Áhugin fyri at lána pening úr Vestnorden Grunninum er vaksandi, men tað tykist, sum hava føroyskar fyritøkur ongan áhuga í hesum fíggingarmøguleika

Vestnordengrunnurin, sum er grunnur undir Norðurlandaráðnum, hevur júst almannakunngjørt ársroknskapin fyri 1997 og vísir hann eitt yviskot uppá 2,5 mió. krónur aftaná skatt.

Hetta er ein lítil afturgongd í mun til 1996, tá roknskapur stovnsins vísti eitt yvirskot uppá 2,8 mió. krónur.

Verður hugt nærri at rakstrinum so sæst, at yvirskotið av vanliga rakstrinum er knappar tvær mió. krónur verri í 1997 enn í 1996.

Orsøkin til hetta er millum annað, at rentuinntøkurnar eru minkaðar við umleið 1,4 mió. krónum.

Í fíggjarstøðuni sæst, at útlánsnøgdin er minkað við umleið fýra mió. krónum.

Samstundis er tað, sum eitur swapútlán eisini minkað við umleið 5 mió krónum.

Hinvegin hevur grunnurin so sett meiri pening í obligatiónir. 45 mió. krónur standa bundnar í obligatiónum við ársenda í 1997 móti knøppum 32 mió. krónum í 1996.

Øll hesi tølini merkja tá samanumkemur, at grunnurin liggur inni við meiri peningi enn hann sleppur av við í útlánum.

Eginognin hjá Vestnordengrunninum er við ársenda 1997 góðar 115 mió. krónur. Við árslok 1996 var eginognin hjá Vestnordengrunninum góðar 113 mió. krónur.


Lítil føroyskur áhugið

Í ársfrágreiðingini frá nevndini í grunninum er gjørd ein uppstilling sum vísir hvagar pengarnir hjá grunninum fara.

Størsti áhugin fyri at læna pengar úr Vestnordengrunninum er í Íslandi. Grønlendingar koma teimum á baki, meðan føroyingar ikki hava serliga stóran áhuga at læna pengar frá grunninum.

Viðtøkurnar hjá grunninum vórðu broyttar í 1997 og frá 1. januar 1998 koma hesare broytingar í gildi.

Broytingarnar hava við sær, at grunnurin fyrst og fremst skal veita lán til Føroyar og Grønland, meðan íslendskar fyritøkur bert fáa lán úr grunninum, um talan er um samstarv við fyritøkur í Grønlandi ella Føroyum.


Fýra lánitilboð til Føroya

Nevndin sigur í frágreiðing síni, at virksemi var størri enn tey útgoldnu lánini vísa.

Lánitilboð vóru úti fyri umleið 15 mió. krónur, men bert 7,6 mío. krónur vórðu útgoldnar í árinum. Restin verður vantandi útgoldin í 1998.

Fyri at nýggju viðtøkurnar skulu virka eftir ætlan hevur nevndin í grunninum lagt eina ætlan fram fyri Norðurlendska ráðharraráðnum. Endamálið við ætlanini er at kunna føroyingar og grønlendingarnar um grunnin, og hvørjir lánimøguleikar eru har, tá talan er um at seta á stovn fyritøkur í hesum báðum londum.

Av tí at tað eru ávísar útreiðslur knýttar at hesi ætlan er væntandi, at úrslitið hjá grunninum fyri 1998 verður heldur lakari enn í 1997.