Á kórstevnu í Reykjavík

Í gjár fóru 15 fólk frá Frelsunnarherinum í Føroyum til Íslands, har tey skulu verða við á eini kórstevnu, sum verður í Reykjavík. Umframt sang- og tónlistavenjing fer Frelsunnarherurin eisini at hava konsert á Ingolfstorginum í Reykjavík

Í gjár fór ein bólkur við 15 fólkum frá Frelsunnarherinum í Føroyum til Íslands at taka lut í eini kórstevnu, sum verður hildin í Reykjavík.

Kórini, sum luttaka, eru ikki so mong, men tey eru øll frá Frelsunnarherinum, bæði úr Íslandi og úr Noregi.

Luttakararnir úr Føroyum eru fimtan í tali og koma úr øllum landinum.

Tiltakið í Reykjavík verður skipað í »Gospelworkshops«. Har verður millum annað sangundirvísing og eisini undirvísing í ymsum ljóðførum.

Talan er um eitt rættuliga nýtt tiltak. Hetta tiltakið er tí ein roynd, at fáa ungdómar hjá Frelsunnarherunum at møtast.

Umframt at hava sang- og tónlistaundirvísingar verða eisini konsertir á ferðini.

Leygarkvøldið klokkan 20 fara føroysku luttakararnir at syngja á Ingolfstorginum í Reykjavík, saman við norsku luttakarunum, sum kallað seg »Tahillah«.

»Tahillah« hevur júst givið út nýggja fløgu, og tí eru føroysku luttakararnir sera spentir uppá at sleppa at syngja saman við norðmonnunum.

Ingolfstorgið í Reykjavík er at sammeta við túni við Gamla bókhandil í Havn. Tað er nevniliga á Ingolfstorginum, at Frelsunnarherurin í Reykjavík vanliga hevur sínar útifundir.

Sunnukvøldið verður so aftur skipað fyri framførslu. Tá er talan um eina gospelmessu, har øll kórini fara at taka lut.

Føroysku luttakararnir verða aftur í Føroyum um eina viku.