Tjóðveldið hevur givið teimum borgarligu kreftunum frítt spæl

?Orðingar um privatiseringar, umsetiligheit, orðini um, at hin einstaki skal syrgja fyri sínum egna lívi og síni egnu heilsu - og sínum egna aldurdómi, eru týðilig tekin um, at ætlanin er at føra borgarligan politikk. Tí her verður onki sagt um eina felags skyldu at hjálpa og stuðla teimum veikastu, segði Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, tá ið ólavsøkurøðan hjá løgmanni var til viðgerðar

Sum vera man var tað við stórum spenningi, at stórur partur av Føroya fólki setti seg at lýða á løgmansrøðuna á ólavsøku.

Hetta var fyrsta løgmansrøðan hjá nývalda løgmanni, og hetta var fyrsta politiska útmeldingin frá nýggju samgonguni, tá sæð verður burtur frá sjálvum samgonguskjalinum.

Men kanska serliga spennandi var tað, tí henda samgongan fegin vil prýða seg við heitinum ein sjálvstýrissamgonga, og síðan sjálvstýrislandstýrið frá 1962 til 1966 er henda ikki roynd.

Fyrst havi eg hug at taka fram sjálva uppsetingina av røðuni.

Hon er greið við fyrst einum samandrátti og síðan einum meira nágreiniligum parti fyri at enda við einum løglista, sum enntá hevur eina tíðaráseting við, um nær tey ymsu málini verða framløgd.

Megnar landsstýrið at halda seg til henda lista og tíðarásetingarnar, so vil tað geva eitt meira samanhangandi tingarbeiði, og tað má sigast at vera eitt framstig.


Signar skakaði

Tað hevur kanska sínar orsøkir, at løgmansrøðan er so lítið ítøkilig í ár.

Rættiliga nógv mál, eisini stórmál, verða bert leysliga umrødd uttan at peikað verður á eina beinleiðis ítøkiliga ætlan við politikkinum.

Hetta ger so sjálvandi tað, at andstøðan fær eitt sindur torført við at gera viðmerkingar, tá støðan hjá samgonguni ikki er greið.

Taka vit tann partin burturúr, sum ber heitið ?Sjálvstýrismál?, so kundi restin eins væl verið orðað av undanfarnu samgongu, sum veruliga var ein borgarlig samgonga.

Í tí vanligu floksbýtinum á tí hugsjónarliga listanum, so hevur Tjóðveldisflokkurin verið settur vinstrumegin miðjuna, men undir valstríðnum hoyrdu vit ein framstandandi tjóðveldismann, sum nú er landsstýrismaður í skúla- og mentamálum siga, at flokkurin lá frá høgru og inn ímóti miðjuni.

Hesi orð skakaðu mangan mann, tá tey vórðu søgd, men í dag má sigast, at maðurin hevði grein í sínum máli.

Orðingar sum privatiseringar, meira umsetiligheit, hin einstaki skal fyrst og fremst taka ábyrgd av egnum lívi og egnari heilsu, hin einstaki hevur skyldu í størri mun at tryggja sín aldurdóm bera týðiligt prógv um, at her er ætlanin at reka borgarligan politikk.

Ongastaðni verður nevnt nakað um eina felags skyldu til at hjálpa og stuðla teimum veikast mentu í okkara samfelag, tvørturímóti.

So meðan tjóðveldismenn hava kastað seg yvir sjálvstýrismál, fáa borgarligu krefturnar í samgonguni, og tær eru sterkar, fríar teymar til at seta tann borgarliga politikkin í kortið. Men ikki bert fáa teir fríar teymar til at seta út í kortið, tí hvønn einasta dag kunnu teir í friði og náðum stýra borgarligt, meðan Tjóðveldisflokkurin arbeiðir við sínum fullveldisætlanum.

Um hesar eiga fulla undirtøku í samgonuni, er kanska eisini ivasamt, men tað fer so tíðin at vísa.


Hvat fer nú at henda?

Í blaðsamrøðu við Sosialin leygardagin sigur løgmaður um marknamálið, at hann kann vissa okkum um, at tað er við at henda nakað, men tað má ikki forspillast við einum almennum kjaki. Men í løgmansrøðuni sigur sami løgmaður, at ongin fundur hevur verið síðan septembur 1997, og at landsstyrið nú kannar, hvat býr undir boðskapinum frá bretsku stjórnini, sum er komin fram ymsastaðni. Men als einki sigur løgmaður um, hvat nú fer at henda.

Undanfarni løgmaður heitti á danska forsætismálaráðharran um at taka málið upp á politiskt stig. Vit vita eisini, at Poul Nyrup hevur nevnt málið fyri sínum bretska starvsbróðuri Tony Blair.

Men Anfinn Kallsberg hevur sagt, at hann fyrst vil seta seg inn í málið fyri síðan at finna útav, hvat gerast skal.

Í hesum sambandi hevur samráðingarleiðarin verið í Føroyum, men hvørki løgting ella uttanlandsnevnd vita meira frá hesum máli at siga.

Tað kann væl vera, at eitt alment kjak kann forspilla málið fyri at brúka løgmansins egnu orð, men løgting og uttanlandsnevnd hava eisini um neyðugt skyldu til at kunna viðgera eitt mál í trúnaði, um tað er neyðugt.

Og fyri at eingin ivi skal vera, so kann løgmaður vera vísur í, at júst hetta mál hevur tingsins stóra áhuga.


Ivast um olju og ES

Tað verður ikki sagt beinleiðis, at samgongan er samd um eina EBS- líknandi skipan við ES, men nevndin, undanfarna landsstýrið setti, er liðug, og tí kundi tað verið hóskandi at spurt, um hetta verður kósin mótvegis ES, sum nýggja samgongan ynskir sær? Eisini kundi í hesum sambandi oljumálaráðharrin verið spurdur, hvønn tydning ein EBS- skipan hevði fingið fyri ein møguligan føroyskan oljupolitikk? Hvønn týdning vil ES-oljudirektivið tá fáa?

Eisini vildi eg fegin hoyrt, hvørja støðu landsstýrismaðurin í oljumálum og samgongan hava til spurningin um oljuútgerðarhavn, tí tað varð jú sagt, at spurningurin skuldi viðgerast í samgonguni?


Hava víst stóran vilja

Tað er gleðiligt at hoyra, at tað nú gongur betur hjá føroysku kommununum, hóast ein triðingur av kommunalu fíggjarætlanunum fara til rentur og avdrátt. Eisini vil eg siga, at tað hevur verið áhugavert at eygleitt tann vilja, sum føroyskar kommunur hava havt fyri at finna eina loysn á skuldarspurninginum. Serliga áhugavert hevur verið at sæð tað samhaldsfesti, sum tær hava víst, sum undanfarna landsstýrið tíverri ikki tók fyri fult.

Tí fari eg at spyrja, hvat løgmaður ætlar, tá hann sigur, at ongantíð ov skjótt má ein loysn finnast á kommunuskuldini? Somuleiðis vil eg spyrja, hvat høvuðsprinsippið verður í tí kommunalu samanleggingarlógini?

Verður talan um at leggja kommunurnar saman við tvang ella sjálvbodnar?


Hevði hjálpt nógv upp á støðuna

Tað er somuleiðis at fegnast um, at búskaparligi vøksturin í hagtølunum er so týðiligur.

Lyklatølini í føroyskum búskapi eru rættiliga góð, bæði hvat handils- og gjaldsjavna viðvíkur. Lønargjaldingarnar eru í vøkstri, men serliga áhugavert er at síggja, at lønargjaldingarnar í fiskivøruídnaðinum er vaksnar 11% eftir at hava fallið í fjør. Men framvegis verður nógvur fiskur útfluttur óvirkaður, hóast fyrsti ársfjórðingur er nakað minni í ár enn í fjør.

Sambært búskaparfrøðingar minkar hesin útflutningur almikið um faktorinntøkurnar, sum vit fáa burtur úr fiskivinnuni sum heild.

Og givið er, at varð henda stóra mongd virkað meira ella minni í Føroyum, so hevði hetta hjálpt nógv upp á støðuna við arbeiðsloysinum.

Oftast er bert talan um kanska tveir persónar, sum fáast við henda útflutning, tó uttan at hetta gevur stórvegis inntøkur til kommunu og land.


Mugu taka í egnan barm

Herfyri var ein fiskakeypari í fjølmiðlunum og segði, at ein høvuðsorsøk til hesa støðu við tí óvirkaða fiskinum var vánaliga sambandið, sum vit hava við útlond.

Men her mugu so politikkarar taka í egnan barm, tí politiskt hevur man tikið stig til at forverra hetta samband, tá Sjálvstýrisflokkurin so glaðbeintur kvetti høvdið av Skotlandssiglingini.


Vit mugu ansa okkum

Á fundi við uttanlandsnevndina upplýsti fíggjarmálaráðharrin, at av yvirskotinum á fíggjarlógini fyri 1997 upp á 150 mió. kr. stavaðu tær 134 mió. kr. frá Føroya Banka.

Vert er at geva gætur, at orsøkin til bankans góða úrslit er afturføring av ov stórari avseting, sum bankin gjørdi í 1993, og at hesin peningur var læntur peningur. V.ø.o. er høvuðsparturin av yvirskotinum fíggjaður við lántøku til landskassan.

So tað er rætt, tá ið sagt verður, at vit mugu ansa okkum, tí framvegis er búskapurin rættiliga viðbrekin, tá ið hugsað verður um, at vit hava havt rokfiskiskap, góðan fiskaprís, lágt rentustøði og góðar inntøkur frá bankanum umframt ríkisstuðulin upp á næstan 1 mia. kr.

Búskaparráðið sigur eisini í síni frágreiðing, at gongdin er ikki haldgóð av serliga trimum orsøkum:

1. Avkastið í stórum pørtum av fiskivinnuni bæði á sjógvi og á landi er ov lítið til at endurnýggja framleiðslutólini.

2. Fiskastovnarnir undir Føroyum verða troyttir til tað ítarsta. (Hetta sigur Búskaparráðið, hóast løgmaður sigur, at landsstýrið fer at reka ein varnan fiskivinnupolitikk).

Tí fer fiskiskapurin at fylgja fult út við skiftinum í tí lívfrøðiliga grundarlagnum, sum fyrr ella seinni fer at koma.

3. Niðurslitin tól, bæði hjá tí privata og hjá tí almenna, fara at krevja útskifting tey komandi árini.


Summi øki fáa onki burturúr

Tað er hugaligt, at fólkatalið aftur veksur í Føroyum. Men eg haldi, at vit politikkarar skulu vera varugur við, at tað framvegis eru øki í Føroyum, sum avgjørt einki fáa burtur úr vaksandi fólkatalinum.

Hetta er ein gongd, sum vit eiga at geva gætur og vita, at um vit skulu venda hesi gongd, so mugu liviumstøðurnar bæði til arbeiðis og trivna bøtast munandi.

Tað verður somuleiðis sagt, at arbeiðsloysið er minkað til 8%. Tað ljóðar hugaligt, tá hugsað verður um støðuna fyri fáum árum síðani, men vit eiga at vita, at tað eru øki í Føroyum, sum hava munandi størri arbeiðsloysi enn tey 8%.

Gamla orðingin um, at dentur eigur at verða lagdur á at stuðla royndum at virka stóra tilfeingið, sum Norðhavssildin er, er aftur við í hesi løgmansrøðuni, tó uttan at nøkur nevnuverd framstig eru hend, hóast sildin nú hevur verið her í fleiri ár.

Tó haldi eg tað vera skilagott av landsstýrinum at hava sett eina verkætlan í gongd um orðing av einum vinnupolitikki. Tað verður neyðugt nú ongantíð ov skjótt at fáa stungið nakrar rættningslinjur út í kortið fyri einum landsiktaðum vinnupolitikki.

Hetta kann koma okkara fiskivinnu til góðar, tá hon møguliga skal út í eina grótharða kapping við eina føroyska oljuvinnu.



Skal avtalan við lærarnar umfata onnur?

Um kappingarførið verður sagt, at skatta- og avgjaldsskipanir skulu endurskoðast, so føroyskar fyritøkur gerast uppaftur kappingarførari. Hvørjar broytingar er ætlanin at koma við?

Um arbeiðsmarknaðin síggi eg, at ætlanin er at fáa eina skipan, sum kann loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum so skjótt, tær koma í. Fíggjarmálaráðharrin hevur áður sagt, at hann ynskir skipanina, sum Lærarafelagið hevur gjørt við landsstýrið, yvirførda til onnur fakfeløg.

Er tað hetta, sum landsstýrið ætlar.

Eisini vildi eg fegin fingið at vitað, hví lógin um arbeiðsumhvørvið skal endurskoðast.

Tá málið varð framlagt seinast, vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum samdir um uppskotið, men nú vil landsstýrið hava lógina endurskoðaða.

Er tað eitt ávíst politiskt ynski aftanfyri hetta?

Undanfarna samgonga hevði ætlanir um at privatisera landsjørðina í Føroyum. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið hesum viðvíkjandi?


Áðrenn vit fara á flog

Eg síggi, at tað eru tvær rutur, sum landsstýrið raðfestir fram um aðrar.

Tað er tað sum so einki skeivt í, men eg sakni, at aðrar farleiðir eisini verða nevndar. Í valrúsinum tosaðu menn um eina innanoyggjaflúgving millum Suðuroynna og meginøkið. Men áðrenn farið verður á flog, kundi eg hugsað mær at spurt landsstýrið, um ætlanir eru um at økja túratalið á Suðuroyarleiðini?

Ein jarðarferð í Suðuroynni kann fyri ein, sum kemur norðanfjørðs frá, krevja ikki færri enn tvær yvirnáttingar. Náar tú ikki túrin kl. 6 mánamorgun, so mást tú bíða heilar 25 tímar, áðrenn næsti túrur er.

Henda farleið hevur færri túrar um vikuna enn aðrar hava um samdøgrið. Tí hevði tað verið gott at vita, um landsstýrið hevur nakrar ætlanir á hesi farleið.

Orðingarnar um ferðavinnuna, sum sita sera væl, leiða meg inn á mín næsta spurning, sum er, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur um sambandið til Skotlands.

Sjálvstýrisflokkurin, sum jarðlegði hesa rutu, hevur seinni lovað, at teir vildu gera alt, sum stóð í teirra makt fyri at endurreisa hana.

Kunnu vit vænta, nú Sjálvstýrisflokkurin aftur er við í samgongu, at nøkur nýhugsan verður á hesum øki?


Skal alt skerjast?

Í tí partinum, sum snyr seg um almanna- og heilsuøkið verður sagt, at krøv verða sett okkum um at bróta upp úr nýggjum eina lóggávu um almanna- og heilsuverkið, sum er lagað til føroyska samfelagið og fíggjarorku landsins.

Men júst henda orðingin um fíggjarorku landsins kann fáa ein at spyrja seg sjálvan, hvat nú, tá fiskiskapurin svíkur, ella tá fullveldisætlanin hevur skorið eina milliard burtur av fíggjarlóg okkara.

Skulu tá pensjónir og aðrar almannaveitingar skerast samsvarandi, og skal okkara heilsuverk somuleiðis skerast í takt við minkandi inntøkurnar av t.d. ríkisstuðulinum?


Tvangsarbeiði ger tey ikki fræls

Landsstýriskonan í almannamálum hevur annars eisini borið fram,. at nú skulu tey arbeiðsleysu við tvang aktiverast.

Men fyri tað fyrsta, so fær hon tað at ljóða, sum um at tey arbeiðsleysu sjálvi hava ábyrgd av tí ólukkuligu støðu, tey eru komin í.

Men hetta er púrasta burturvið.

Síðan vil hon tvangsaktivera tey, og um tey, tá ikki taka av, so fáa tey onga veiting.

Fakfólk er flest øll á einum máli um, at tvangsaktivering ikki er serliga heppin.

Hinvegin skal tað almenna syrgja fyri, at tey arbeiðsleysu fáa nøkur tilboð um aktivering og til betran av førleikakrøvum.

At billa fólki inn, at tvangsarbeiði ger tey fræls, hoyrir einari daprari fortíð til.


Vónandi vakna tey

Tað er nógv, sum bendir á, at ætlanin við fólkatryggingini hjá Fólkaflokkinum enn eigur undirtøku í hesi samgonguni.

Løgmaður sigur beinleiðis, at fólk skulu sjálvi syrgja fyri at tryggja sær aldurdómin.

Hetta merkir so, at alt tað solidariska, sum aðrir hava roynt at bygt upp, nú skal offrast til frama fyri eina skipan, har ?enhver er sin egen lykkes smed.?

Javnaðarflokkurin hevur eina ítøkiliga ætlan um eina pensjónsskipan, har høvuðsveitingin verður úr Samhaldsfasta, sum sjálvsagt eigur at verða munandi útbygdur.

Tjóðveldisflokkurin hevur áður fylgt okkum í hesi ætlan, so vónandi rakna teir við og fáa vent hesum borgarliga rákinum hjá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.

Í valstríðnum vóru tað nógv, sum vildu gera nakað við at fáa stovnsett ein barnsburðargrunn fyri allan arbeiðsmarknaðin.

Hetta fáa vit ikki eygu á í hesi løgmansrøðuni.

Somuleiðis vóru tað eisini fleiri, sum søgdu seg vilja gera nakað við útbúgvingarstuðulin, men heldur ikki hesum fáa vit eyga á í hesi røðuni.

Burtur úr løglistanum kundu vit hugsa okkum at fingið at vita frá avvarðandi landsstýrisfólkum, hvørjar broytingar løgtingið kann vænta sær.

Hvørjar eru høvuðsbroytingarnar í hesum fráboðaðu lógaruppskotum:

Løgtingslóg um flaggið.

Løgtingslóg um fólkanøvn.

Løgtingslóg um kommunusamanlegging.

Nýggj styrisskipan.

Løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum.

Løgtingslóg um eftirgeving av ella gjaldsskipan av skuld til landskassan.

Løgtingslóg um meirvirðisgjald.

Løgtingslóg um arvaavgjøld.

Løgtingslóg um sjúkratrygging.

Bygnaðarbroytingar innan forsorg og barnaforsorg.

Løgtingslóg um útbúgvingarstuðulskipanir.


Sera umráðandi at telva rætt

Men tað málið, sum millum manna og í fjølmiðlunum fær mestu umrøðuna, er sjálvstýrismálið.

Og eg vil tí siga, at tað er sera umráðandi, at samgongan og landsstyrið og serliga landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum nú telva rætt.

Støðan er jú tann, at allir flokkar á tingi, sjálvt eisini Sambandsflokkurin, viðganga, at tað verður neyðugt at fremja broytingar í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum.

Eyðvitað er tað so, at tað er ymiskt, hvussu langt flokkarnir vilja fara, men allir vilja flyta seg. Tjóðveldisflokkurin vil tær mest víðgongdu broytingarnar, Sambandsflokkurin tær minst víðgongdu, og so eru tað flokkar sum eitt nú Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum í løtuni látast sum um, at teir vilja fara langt, men sum tá til stykkis kemur, neyvan vilja fylgja Tjóðveldisflokkinum á mál.

Tað er ótrúliga týdningarmikið, at tær broytingar, sum fremjast skulu, verða gjørdar av einum so breiðum politiskum meiriluta sum gjørligt.

Best var, um tað var eitt samt Løgting, sum stóð aftanfyri.

Og hetta hevur sjálvandi eisini týdning fyri, hvussu móttøkan verður millum fólkið, tá tann dagur kemur, at ein fólkaatkvøða skal verða.

Eitt uppskot, sum bert samgongan tykist standa aftanfyri, og har øll andstøðan fer ímóti, fellur við eina fólkaatkvøðu.

Eingin ivi um tað.

Og tí eigur landsstýrið at spyrja seg sjálvt, hvat tá er vunnið, tá alt málið fellur á gólvið.

Tað er eitt faktum, at loysing, kvetting, fullveldi ella ein suverenur statur her og nú hevur ikki undirtøku millum fólk.

Loysingin eigur ikki størri undirtøku enn gott 20%, meðan størri sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin eigur undirtøku millum kanska eini 80%.

Tað er politikaranna uppgávu at finna loysnir, sum fólkið og t.v.s. meirilutin í fólkinum ynskir. Tað er demokrati.

Løgmaður sigur, at eitt uppskot um Føroyar sum fullveldi verður lagt fram á tingi í næstum, og síðan skulu serfrøðingar svara ein hóp av spurningum, sum allir hava relevans fyri tingviðgerðina. M.a. framrokningar um ein sjálvberandi føroyskan búskap.

Eg vil tí mæla til, at tit seta serfrøðingarnar til arbeiðis beinanvegin, og tá ið allir spurningar eru svaraðir, kunnu tit leggja málið fram á ting.

Tað er háðan ímóti demokratinum og ímóti Føroya Løgtingi at hava eina so týdningarmikla tingviðgerð uttan at løgtingið hevur tað neyðugu grundarlagið at taka støðu út frá.

Tað er ikki nóg mikið, at hesir upplýsingar koma sum ein frágreiðing einaferð, men hetta eru upplýsingar, sum vit vilja hava fram á tingborð, áðrenn atkvøtt verður í málinum.

Fyri meg at síggja stendur og fellur alt hetta stóra málið við, hvat tað er, sum landsstýrið vil.

Vilja menn fremja broytingar, størri og smærri, so er tíðin búgvin nú.

Vilja menn royna eitt eksperiment, sum kanska skal vera teimum ein varði komandi 50 árini, tó uttan at vinna longur fram á sjálvstýrisleið, so skal landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum leggja fram uppskot um loysingini her og nú, so sum hann tykist at ætla.

Møguleikin er nú fyri broytingum, um vit vilja arbeiða okkum fram til ta breiðu semjuna, sum liggur og bíðar okkum.

Men lat meg enda við at minna samgongufólk á orðini hjá bygdamanninum Rasmusi Effersøe:


Slóðarin bjóst tó til ótols umsíðir,

fúsur hann var til at bróta sær veg,

oman hann tráar til grønkandi líðir:

?Fylgi mítt, kom nú og ger so sum eg!?

Oman fór alt á ta glerstoyttu skor;

rásin tó ikki gav kleyvunum festi,

samfelt fór alt so í smildur og sor,

týndist sum slóðarin treysti.