Hetta hevur verið ein dreymur. Eg havi verið ómetaliga errin av at hava verið liðformaður fyri enska landsliðið og tað fari eg altíð at vera takksamur fyri, segði Beckham Hann hevur annars verið liðformaður [...] Sunnumorgunin kunngjørdi David Beckham við gráturødd, at hann gevst sum liðformaður á enska landsliðnum. Avgerðin hjá Beckham kemur í kjalarvørrinum á tapinum fyri Portugal í fjórðingsfinaluni leygardagin [...] 58 landsdystir. Sjálvur hevur Beckham spælt 95 landsdystir fyri Ongland, og hann ætlar sær framvegis at vera til taks hjá liðnum.
sýndu, at spælarin aftur fór til Týsklands eftir seinastu skanningarnar av brotna fótinum. Fram til tað seinasta var ivamál um luttøkuna hjá Rooney, og ein FIFA-semingsmaður stóð enntá til reiðar at mekla [...] Alex Ferguson heldur vildi syrgja fyri, at spælarin er tøkur, tá Premier League byrjar aftur. Og tá slíkir harrar trætast, er tað altso ikki upp til læknarnar at gera av, hvørt spælarin er klárur ella ikki
fjølmiðlar vilja kortini vera við, at tann eldri hevur stóra ávirkan á tann yngra. Tá forsetin fyri stuttum valdi sær Robert Gates til verjumálaráðharra, varð víst á, at Gates var CIA-ovasti undir tí eldra [...] Tað hevur verið hildið, at George W. Bush, forseti, fær hjálp og góð ráð frá pápa sínum, George H. W. Bush, sum var amerikanskur forseti frá 1989 til 1993. Men so er ikki, sigur tann yngri bið BBC. Fleiri [...] eldra Bush. Hetta sama endurtók seg, tá forsetin bað James Baker standa fyri at kanna støðuna í Irak. Baker var uttanríkisráðharri hjá Bush eldra.
norðmenn halda tað vera líka týdningarmikið hjá Noregi at hava góð viðurskifti við Russland sum við USA, men teir flestu meta tað kortini týdningarmest at hava góð viðurskifti við ES. Tað sæst í einari kanning [...] kanning, sum Norðurlandaráðið hevur latið gera. Tað serliga við úrslitinum er kanska, at norðmenn leggja størri dent á ES, enn ES-borgararnir í Svøríki og Finnlandi. Tað eru bara danir, sum leggja størri [...] størri dent á ES, enn norðmenn gera. Tað mest áhugaverda við kanningini er helst, at í øllum londunum uttan í Danmark verður tættari norðurlendskt samarbeiði mett sum tað týdningarmesta av øllum.
valdu hyggjarnir ikki at halda fast í dugnaliga og sjarmerandi hip hop dansaranum. Kira megnaði at vera millum bestu pørini í síðstu sending, eftir at hon hevði verið í vanda fyri at verða send heim í fyrstu
ikki at síggja á Skála liðnum næsta ár. Sambært AB heimasíðuni er hetta greitt, eftir at framrættaði miðvallarin fríggjadagin skrivaði undir sáttmála, sum ber við sær, at hann hevur bundið seg at spæla
fer at døma á altjoða pallinum. Ein dystur, sum eisini má metast sum eitt heraklapp, nú føroyski dómarin skal døma í dysti hjá einum av miðalstóru fótbóltstjóðunum. Og eyka hugaligt man tað vera, at talan [...] dyst, sum verður sendur beinleiðis. Bæði Sky Sports og Rás1 á Televarpinum fara at senda frá dystinum. Rás1 tó á tann hátt, at rásin kl. 19.25 mikukvøldið verður sett á ViasatSport3, sum sendir dystin.
Til tess at útvega pening til hetta verður skipað fyri serstøkum tiltaki leygarkvøldið: Eini beinleiðis sending úr Lindini og við einum hugnakvøldi í Evangeliihúsinum í Havn. Endamálið er at útvega stuðlar [...] stuðlar til í øllum førum tveir sendarar aftrat, ein í Hvalba og ein á Støðlafjalli, soleiðis at fólk við Skálafjørðin kunnu hoyra sendingarnar enn betur. Sendingin byrjar leygarkvøldið kl. 19. Í løtuni [...] sendarar: Ein í Suðuroy, Havn, Klaksvík, Sornfelli, Vestmanna og tveir í Vágum. Arbeitt verður haraftrat at seta upp ein sendara í Svínoy og á Eiðiskolli. Peningur er tøkur til hesar báðar sendararnar.
ikki gott, og hava ikki biðið um at verða útsett fyri øllum freistingunum í handlinum. Barnið verður í ringum lag, um tað sveittar, er svangt, tyst ella troytt. Hugsa um at lata barninum úr útiklæðunum, tá [...] tá tit koma inn í handilin, og síðani at geva tí ein lítlan bita av onkrum, sum fær blóðsukurið at javnviga, til dømis eina banan. Er barnið tyst, so gev tí vatn ella onkran lítlan brikk av djús ella líknandi
fegnast tey um, at drúgvi verjuspælarin heldur fram.- Klæmint er avgjørt ein av teimum spælarunum, sum hoyrir til grundstuðlarnar á liðnum. Og tí eru vit fegin um, at hann hevur valt at leingja sáttmálan [...] sáttmálan. Spurningurin var, um hann eitt skifti varð noyddur at flyta til Danmarkar, men tann spurningurin er nú loystur, so hann spælir eisini í B36 í 2007 sigur Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn.