Bjarni aftur á Argjum

Bjarni Jørgensen verður ikki at síggja á Skála liðnum næsta ár. Sambært AB heimasíðuni er hetta greitt, eftir at framrættaði miðvallarin fríggjadagin skrivaði undir sáttmála, sum ber við sær, at hann hevur bundið seg at spæla við AB í 2007.
Bjarni Jørgensen, sum er 22 ára gamal, spældi ungdómsárini í HB. Í 2004 spældi hann við AB, sum hetta árið endaði á triðja plássi í næstbestu deildini. Í 2005 og 2006 hevur Bjarni spælt við Skála. Fyrra árið royndist ógvuliga væl bæði hjá Skála og Bjarna Jørgensen. Í ár hilnaðist ikki so væl. Bjarni var skaðaplágaður stóran part av kappingarárinum.