Tað hevur verið hildið, at George W. Bush, forseti, fær hjálp og góð ráð frá pápa sínum, George H. W. Bush, sum var amerikanskur forseti frá 1989 til 1993. Men so er ikki, sigur tann yngri bið BBC. Fleiri amerikanskir fjølmiðlar vilja kortini vera við, at tann eldri hevur stóra ávirkan á tann yngra. Tá forsetin fyri stuttum valdi sær Robert Gates til verjumálaráðharra, varð víst á, at Gates var CIA-ovasti undir tí eldra Bush. Hetta sama endurtók seg, tá forsetin bað James Baker standa fyri at kanna støðuna í Irak. Baker var uttanríkisráðharri hjá Bush eldra.