Sunnumorgunin kunngjørdi David Beckham við gráturødd, at hann gevst sum liðformaður á enska landsliðnum. Avgerðin hjá Beckham kemur í kjalarvørrinum á tapinum fyri Portugal í fjórðingsfinaluni leygardagin, sum sendi Ongland úr HM kappingini.
- Hetta hevur verið ein dreymur. Eg havi verið ómetaliga errin av at hava verið liðformaður fyri enska landsliðið og tað fari eg altíð at vera takksamur fyri, segði Beckham
Hann hevur annars verið liðformaður í seks ár og hevur staðið á odda fyri liðnum í 58 landsdystir.
Sjálvur hevur Beckham spælt 95 landsdystir fyri Ongland, og hann ætlar sær framvegis at vera til taks hjá liðnum.