Lassin beinleiðis á Telavarpinum

Lassin Isaksen fellur nú fyri aldursmarkinum sum FIFA-dómari, og tí verður dysturin í Dublin millum Írland og San Marino tann seinasti, sum hann fer at døma á altjoða pallinum. Ein dystur, sum eisini má metast sum eitt heraklapp, nú føroyski dómarin skal døma í dysti hjá einum av miðalstóru fótbóltstjóðunum.
Og eyka hugaligt man tað vera, at talan er um dyst, sum verður sendur beinleiðis. Bæði Sky Sports og Rás1 á Televarpinum fara at senda frá dystinum. Rás1 tó á tann hátt, at rásin kl. 19.25 mikukvøldið verður sett á ViasatSport3, sum sendir dystin.