Flestu norðmenn halda tað vera líka týdningarmikið hjá Noregi at hava góð viðurskifti við Russland sum við USA, men teir flestu meta tað kortini týdningarmest at hava góð viðurskifti við ES. Tað sæst í einari kanning, sum Norðurlandaráðið hevur latið gera. Tað serliga við úrslitinum er kanska, at norðmenn leggja størri dent á ES, enn ES-borgararnir í Svøríki og Finnlandi. Tað eru bara danir, sum leggja størri dent á ES, enn norðmenn gera. Tað mest áhugaverda við kanningini er helst, at í øllum londunum uttan í Danmark verður tættari norðurlendskt samarbeiði mett sum tað týdningarmesta av øllum.