Vígdis er í top 5

Aftur í gjárkvøldi eydnaðist tað hjá Vígdis Hentze Olsen at dansa seg víðari í dansisendingini Kan Du Danse? á donsku sjónvarpsráisini Kanal 5.

Vígdis er nú ein av teimum 10 síðstu í sendingini, og ein av bert fimm kvinnum, ið kappast um heiðurin besti dansari í Danmark.
Verri gekk hjá Kiru og Steffen K, í máttu tungu leiðina heim.
Steffen K var fyri triðju ferð partur av veikasta liðnum, og hesaferð valdu hyggjarnir ikki at halda fast í dugnaliga og sjarmerandi hip hop dansaranum. Kira megnaði at vera millum bestu pørini í síðstu sending, eftir at hon hevði verið í vanda fyri at verða send heim í fyrstu beinleiðis sendingini. Tá varð hon friða av áskoðarunum, men hesaferð eydnaðist tað ikki.