Rooney aftur í Týsklandi

Gleðisrómur var um alt Ongland, tá sjónvarpsmyndir í gjárkvøldi sýndu, at spælarin aftur fór til Týsklands eftir seinastu skanningarnar av brotna fótinum. Fram til tað seinasta var ivamál um luttøkuna hjá Rooney, og ein FIFA-semingsmaður stóð enntá til reiðar at mekla millum venjararnar báðar hjá Rooney. Eriksson, landsliðsvenjari, vildi sjálvandi hava eitt av sterkastu kortunum hjá sær við í hópinum, meðan Sir Alex Ferguson heldur vildi syrgja fyri, at spælarin er tøkur, tá Premier League byrjar aftur. Og tá slíkir harrar trætast, er tað altso ikki upp til læknarnar at gera av, hvørt spælarin er klárur ella ikki.