Klæmint gjørt avtalu við B36

Liðformaðurin hjá B36, Klæmint Matras, heldur fram í felagnum næsta kappingarár. Klæmint og B36 hava júst gjørt nýggja avtalu fyri næsta ár, og i B36 fegnast tey um, at drúgvi verjuspælarin heldur fram.- Klæmint er avgjørt ein av teimum spælarunum, sum hoyrir til grundstuðlarnar á liðnum. Og tí eru vit fegin um, at hann hevur valt at leingja sáttmálan. Spurningurin var, um hann eitt skifti varð noyddur at flyta til Danmarkar, men tann spurningurin er nú loystur, so hann spælir eisini í B36 í 2007 sigur Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn.