aftur mist stig í bólki D, har Frakland er í bólki saman við Spania, Ungarn og Kekkia. Frakland vann ein lítið sannførandi 21-20 sigur yvir Kekkia, sum tapti 25-37 ímóti Spania í tí innleiðandi dystinum. [...] hálvleiki. Tíbetur fyri franska venjaran, Claude Onesta, og fyri franska liðið, so eiga fraklendingar ein av heimsins bestu málverjum. Thierry Omeyer tók eitt hav av kekkiskum møguleikum, og tað er bara honum [...] takka, at Frakland fekk tvey stig burtur úr dystinum ímóti Kekkia. Fyrradagin spældi Frakland eisini ein vánaligan dyst, tá teir bert fingu javnleik 29-29 ímóti Ungarn. Fríggjadagin spælir Frakland ímóti
hálkuóhapp hava verið, har bilar gliðu av kós, men skaðin hevur verið lítil. Men í Eysturoy rendi ein maður á ein parkeran bil-og rýmdi av staðnum. Men tað er ikki vist, at tað var hálkan, sum elvdi til hetta [...] vóru ikki so nógv fólk í býnum, tí veðrið var so ólagaligt, men í einum vertshúsi í Havn gjørdust ein maður frá sær sjálvum og fór at tveita við stólum og royndi at bróta rútar. Hann varð tikin á løgr [...] at bróta politiviðtøkurnar og eina rokning upp á eina bót, sendandi við Posta Løgreglan tók eisini ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring í nátt.
varð komin á alla aðru síðina á bilinum. Ein førari fekk klipp fyri at koyra ov skjótt inni í Havn. Hann varð máldur til at koyra 75 km/t. Í Kollafirði var ein húsatekja við at ríva fríggjakvøldið, og [...] lógina, sigur vakthavandi á Løgreglustøðini. Tað kann tykjast sum, at nýggja ferðslulógin hevur loypt ein hvøkk á fólk. Í øllum førum tykjast herdu treytirnar at virka sum tær skulu, tí hetta vikuskiftið varð [...] eingin tikin, sigur vakthavandi á Løgreglustøðini. Men ivaleyst hevur helst onkur verið hóast alt. Ein bilur av slagum Fiat Panda varð náttina til leygardagin stolin í Áargeil í Havn uttanfyri bústaðin
8 frágreiðingar skrivaðar, seks fyri lyktafeilir, ein fyri vantandi trygdarbelti og ein fyri, at barn ikki sat í trygdarbelti. Løgreglan sigur, at ein bilførari í hesum báðum kanningunum mánadagin fekk [...] kannaðir, og tá skrivaði løgreglan tilsamans fimm frágreiðingar fyri ymiskt, sum ikki var í lagi, eins og onkur átala eisini varð givin.
morgun kom at geva dunnunum fóður, var tað ein ótespilig sjón, hann kom til. Umleið 20 dunnur lógu spjaddar runt, sundurskræddar í einum sonnum blóðbaði. Ein einsamøll dunna, sum var sloppin út úr dun [...] eftir. Hon var tó so illa bitin, at hon má avlívast. Løgreglan var longu á staðnum, tá Hendrik Olsen, ein av trimum eigarum, kom til dunnugarðin í morgun. Tá hevði onkur, ið er komin framvið, longu boðað [...] Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at teir hava fingið fatur á einum persóni, ið saknar ein hund, sum minnir nógv um tann, ið er á myndini. Hundurin er av slagnum Retriever. Obligatoriska hu
Skamt frá skal ein stór timburmarina við siglingarrennu gerast, har høvi verður at sigla við kano og pedalbátum. Eisini verður fjøran fram við Seglhúsinum og spinnarínum hjá Monu endurskapt á ein hátt, so fortíðin [...] fortíðin verður ein nátúrligur partur av tí nýggja. Klaksvíkar Býráð hevur gjørt av at lata uppskotið verða grundarlag fyri nýggja miðbýin, men enn er ikki greitt, nær arbeiðið kann byrja - Tað er ongin [...] ongin loyna, at kommunan er í einum fíggjarligum aldudali, so ein slík ætlan má gerast í fleiri byggistigum, alt eftir, hvussu ráðini eru, sigur Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini hjá Klaksvíkar Kommunu
umboðum fyri føroysku bilasølurnar til ein óformellan fund at tosa um elbilar, avgjøld og annað relevant í hesum sambandi. Sev og Dong Energy hava sett á stovn ein bólk, sum skal royna at menna og fremja [...] framløgu um hesa verkætlan. Grani er ein samstarvsavtala millum Elfelagið SEV og danska orkufelagið DONG Energy. Verkætlanin er býtt upp í fýra bólkar, har elbilar hoyra til ein av bólkunum. Umframt tvey umboð
Stjórin í Ferðslutrygd heldur, at mongu bøturnar í grein-13 kanningunum í summar eru ein áminnng til bilførarar um at brúka trygdarbeltið og at hava bilin í góðum standi Fimti hvør bilaførari, sum verða [...] er at fegnast um, at løgreglan ger grein-13 kanningar, og tær mongu bøturnar hesaferð eiga at verða ein áminning til okkum bilførarar, um at hava bilin í góðum standi og brúka trygdarbeltið - ikki minst [...] eisini verða í lagi ? ikki minst nú tað verður myrkari og kaldari, sigur Sølvi Reinert Hansen. Er tað ein vandi fyri, at standurin á bilunum og harvið eisini ferðslutrygdin verða verri av, at niðurgongd hevur
oktober fingu Elsa og Kent Johannesen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4100 gr. 21. oktober fingu Aline O. Anghel og Sorin O. Anghel, Hvalvík, ein son. Hann var 52,5 cm langur og vigaði 3525 [...] Hon var 49 cm long og vigaði 2970 gr. 15. oktober fingu Kristina og Patrick de Neergaard, Vágur, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3860 gr. 16. oktober fingu Pernille Mittún og Mohsen Darvishi [...] Darvishi, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3300 gr. Tann 17. oktober fekk Ólavur ein lítlan beiggja, sum eitur Ragnar. Hann varð føddur á Hvidovre Hospitali, var 52 cm langur og vigaði 3180
NJM valt at leggja ein prosentpart afturat veikastu heiðursmerkjatíð, heldur enn at velja til dømis 20. bestu tíð, av tí at serliga EM-, EJM og NJM-stevnurnar eru merktar av at hava ein lítlan men ógvuliga [...] enda triðbesta tíð frá Oyggjaleikum á Rhodos, til at sleppa við til Oyggjaleikir á Álandi í summar. Ein einføld skipan sum øll hava skilt og tikið til sín, og sum vit tí ynskja at víðka til at umfata eisini [...] kappingargreinum. Til at gera skipanina so einfalda sum gjørligt, hevur Svimjisambandið tí avgjørt leggja ein prosentpart afturat veikasta heiðursmerkjatíð á undanfarnu stevnu av sama slag, til tær meistarastevnur