Fá óhapp í óveðrinum

Veðrið hevur milt sagt ikki verið til vildar í nátt, men tað tykist sum um at fólk hava ansað sær, tí løgreglan hevur ikki havt tað stóra at gera á hasi kontuni. Veðrið hevur milt sagt ikki verið til vildar í nátt, men tað tykist sum um at fólk hava ansað sær, tí løgreglan hevur ikki havt tað stóra at gera á hasi kontuni.

Eini tvey, trý smá hálkuóhapp hava verið, har bilar gliðu av kós, men skaðin hevur verið lítil.

Men í Eysturoy rendi ein maður á ein parkeran bil-og rýmdi av staðnum. Men tað er ikki vist, at tað var hálkan, sum elvdi til hetta óhappið, tí onkur sá hann og fekk boðað løgregluni frá, og tá ið hon fekk fatur á manninum, var hann ávirkaður av rúsdrekka.

Tað vóru ikki so nógv fólk í býnum, tí veðrið var so ólagaligt, men í einum vertshúsi í Havn gjørdust ein maður frá sær sjálvum og fór at tveita við stólum og royndi at bróta rútar. Hann varð tikin á løgreglustøðina, har hann varð lagdur at sova og tá ið hann vaknar aftur, fær hann at vita, at hann fær eina skuldseting fyri at bróta politiviðtøkurnar og eina rokning upp á eina bót, sendandi við Posta

Løgreglan tók eisini ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring í nátt.