Krevja í minsta lagi silvur

Svimjisambandið hevur nú ásett kravtíðir til føroyskar svimjarar, sum ætla sær uttanlands at kappast. Eitt nú er kravtíðin til Oyggjaleikir herd

Svimjing

Svimjisamband Føroyar hevur á starvsnevndarfundi herfyri samtykt kravtíðir til altjóða meistarastevnur, í samráð við landsliðsnevnd og høvuðsvenjararnar í føroysku svimjifeløgunum,
Talan er um eina gjøgnumgangandi kravtíðarskipan, har allar kravtíðir verða ásettar í mun til tað sum tað kravdi at vinna heiðursmerki á undanfarnu stevnu av sama slag. Vit kenna skipanina frá Oyggjaleikum, har kravtíðin teir seinastu nógvu Oyggjaleikirnar hevur verið fyrst sættbesta tíð á seinastu leikum, síðani fimtbesta, og nú at enda triðbesta tíð frá Oyggjaleikum á Rhodos, til at sleppa við til Oyggjaleikir á Álandi í summar. Ein einføld skipan sum øll hava skilt og tikið til sín, og sum vit tí ynskja at víðka til at umfata eisini luttøku á øðrum altjóða meistarastevnum.
Svimjisambandið hevur til HM, EM, EJM og NJM valt at leggja ein prosentpart afturat veikastu heiðursmerkjatíð, heldur enn at velja til dømis 20. bestu tíð, av tí at serliga EM-, EJM og NJM-stevnurnar eru merktar av at hava ein lítlan men ógvuliga sterkan hóp í ávísum kappingargreinum.
Til at gera skipanina so einfalda sum gjørligt, hevur Svimjisambandið tí avgjørt leggja ein prosentpart afturat veikasta heiðursmerkjatíð á undanfarnu stevnu av sama slag, til tær meistarastevnur har vit ikki regluliga kunnu vænta okkum at vinna heiðursmerki. Hugt hevur verið at menningini hjá okkara svimjarum, og at menningini í heiðursmerkjatíðum á undanfarnu altjóða meistarastevnum, og út í frá hesum hevur Svimjisambandið so í samráð við høvuðsvenjarar og landsliðsnevnd ásett fylgjandi kravtíðir til komandi HM, EM, EJM og NJM.

Herd Oyggjaleikakrøv
Til Oyggjaleikir verða kravtíðirnar herdar, frá at vera triðbesta tíð á undanfarnu leikum, til nú at verða silvur- ella gull-tíð á undanfarnu leikum. Hetta tí at gongdin á seinastu fýra Oyggjaleikum benda á, at tað á Oyggjaleikum á Isle of Wight fer at krevja umleið eina silvurmerkjatíð frá Oyggjaleikum á Álandi, at vinna eitt bronsuheiðursmerki á Isle of Wight. Svimjisamband Føroya ynskir avgjørt at fáa minst líka góð úrslit á Oyggjaleikum á Isle of Wight, sum á Oyggjaleikum á Álandi í summar, og herdu kravtíðirnar skulu tí meira skiljast sum ein ábending um hvat ið krevst til at endurtaka succésina, enn sum eitt ynski um at minka um hópin.