Fundur um elbilar

Flest allar bilverksmiðjur kring um í heiminum arbeiða við at menna elbilar í hesum døgum. Í tí sambandi skipaði elfelagið SEV fyri einum fundi við føroysku bilasølurnar hósdagin í síðstu viku

Elbilabólkurin hjá SEV hevði boðið umboðum fyri føroysku bilasølurnar til ein óformellan fund at tosa um elbilar, avgjøld og annað relevant í hesum sambandi. Sev og Dong Energy hava sett á stovn ein bólk, sum skal royna at menna og fremja nýtsluna av elbilum, elmotorsúkklum o.l í Føroyum.


Ætlanin við fundinum var at fáa at vita meira frá teimum ymisku bilasølunum um elbilar, hvat kann væntast á hesum øki frá teimum ymisku bilmerkjum og hvussu bilasølurnar halda at bólkurin sum best kann stuðla og menna áhugamálini hjá bilbransjuni.


Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, greiddi frá ymiskum um elbilar, og Terji Nielsen, leiðari á Grana-verkætlanini, hevði eina framløgu um hesa verkætlan. Grani er ein samstarvsavtala millum Elfelagið SEV og danska orkufelagið DONG Energy. Verkætlanin er býtt upp í fýra bólkar, har elbilar hoyra til ein av bólkunum. Umframt tvey umboð frá DONG Energy eru Johan Mortensen, orkukonsulentur frá felagnum Baldursbrá, og Dánjal Jógvan Hansson og Magnus Magnussen frá SEV við í Grana-projektinum.


Eftir framløgurnar var lívligt prát um elbilar og umboð fyri nakrar bilasølur løgdu fram síni sjónarmið og hvat kann væntast frá teimum ymisku bilmerkjunum í framtíðini.


SEV og Dong Energy miða eftir at fáa útlendskar bilaframleiðarar at brúka Føroyar sum royndarøki í menning teirra av elbilum sínum. Mett verður, at Føroyar við stødd og veðurlagi sínum eru sera væl egnaðar til hetta endamál.