Løgreglan hevur kannað nógvar bilar

Tað er vorðið kostnaðarmikið hjá fólki ikki at hava bilin í lagi – ella ikki at fylgja ásetingunum í ferðslulógini, tá tú koyrir í bili. Hevur tú einki koyrikort uppi á tær, kostar tað eina bót upp á 500 krónur

Ferðsla

Seinnapartin mánadagin gjørdi løgreglan ferðslukanningar á Kaldbaksvegnum og seinni um kvøldið eisini í býnum í Havn.
Tilsamans 187 bilar vórðu kannaðir á Kaldbaksvegnum, og 21 frágreiðingar vórðu skrivaðar fyri ymisk viðurskifti, sum ikki vóru í lagi.
Allar 21 frágreiðingarnar føra til bøtur, og haraftrat gav løgreglan eisini 24 átalur fyri eitt nú einstakar perur, ið vantaðu á bilum.
Tíggju bilførarar høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, og hinar frágreiðingarnar vórðu skrivaðar, tí bilar høvdu eitt nú lyktafeilir ella ov vánalig dekk.

Klipp í kortið
Mánakvøldið kannaði løgreglan eisini 39 bilar í býnum í Havn, og tá vórðu 8 frágreiðingar skrivaðar, seks fyri lyktafeilir, ein fyri vantandi trygdarbelti og ein fyri, at barn ikki sat í trygdarbelti.
Løgreglan sigur, at ein bilførari í hesum báðum kanningunum mánadagin fekk klipp, og tað var bilførarin, sum ikki hevði barnið sitandi í trygdarbelti.
Eftir herðingina í ferðslulógini, sum kom í gildi 1. oktober í ár, er minsta bótin fyri brot á ferðslureglurnar 500 krónur.
- Soleiðis kostar tað eisini 500 krónur, um tú sum bilførari ikki hevur koyrikortið uppi á tær, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Eisini í Vágum
Hin 1. oktober, tá broytingarnar í ferðslulógini komu í gildi, kannaði løgreglan eisini bilar í Vágum.
28 bilar vórðu kannaðir, og tá skrivaði løgreglan tilsamans fimm frágreiðingar fyri ymiskt, sum ikki var í lagi, eins og onkur átala eisini varð givin.