Hetta vikuskiftið varð eingin tikin fyri at koyra við alkoholi í blóðnum. ? Fólk eru øgiliga fokuseraði upp á nýggju lógina, sigur vakthavandi á Løgreglustøðini.
Tað kann tykjast sum, at nýggja ferðslulógin hevur loypt ein hvøkk á fólk. Í øllum førum tykjast herdu treytirnar at virka sum tær skulu, tí hetta vikuskiftið varð eingin tikin fyri at koyra ávirkaður av alkoholi, hóast løgreglan var úti og tók stikkprøvar.
- Í øllum førum er eingin tikin, sigur vakthavandi á Løgreglustøðini. Men ivaleyst hevur helst onkur verið hóast alt.
Ein bilur av slagum Fiat Panda varð náttina til leygardagin stolin í Áargeil í Havn uttanfyri bústaðin hjá eigarunum.
Leygarkvøldið boðaði eigarin frá, at hann hevði funnið bilin aftur í Blómubrekku, og at skaði varð komin á alla aðru síðina á bilinum.
Ein førari fekk klipp fyri at koyra ov skjótt inni í Havn. Hann varð máldur til at koyra 75 km/t.
Í Kollafirði var ein húsatekja við at ríva fríggjakvøldið, og leygarmorgunin sóust vrakrestir flóta inni á fjørðinum frá einum fóðurflaka, ið varð sokkin í nógva vindinum um náttina.
Í útvarpinum leygardagin hoyrdist, at gassolja lak úr flakanum, men at henda seinni varð tett, soleiðis at einki lak úr longur.
Á Løgreglustøðini í Havn siga tey, at tað sum heild hevur verið eitt fyrimyndarliga friðarligt vikuskifti, har tey heldur ongan liggjandi gest hava havt.