Hondbóltur
Heimsmeistarnir og olympisku meistarnir úr Fraklandi mundu aftur mist stig í bólki D, har Frakland er í bólki saman við Spania, Ungarn og Kekkia. Frakland vann ein lítið sannførandi 21-20 sigur yvir Kekkia, sum tapti 25-37 ímóti Spania í tí innleiðandi dystinum.
Frakland var á odda 16-10 ímóti Kekkia í steðginum, og tá vísti liðið nakrar av teimum taktunum, sum hevur givið liðnum HM- og OL-gull, men franska liðið steðgaði fullkomuliga upp í seinna hálvleiki.
Omeyer bjargaði liðnum
Ì seinna hálvleiki gekk eitt heilt korter uttan, at franska liðið fekk mál, og tað má verða óhoyrt í hesari øldini. Hetta gagnnýtti Kekkia, og kekkiska liðið javnaði til 17-17 miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Tíbetur fyri franska venjaran, Claude Onesta, og fyri franska liðið, so eiga fraklendingar ein av heimsins bestu málverjum. Thierry Omeyer tók eitt hav av kekkiskum møguleikum, og tað er bara honum fyri at takka, at Frakland fekk tvey stig burtur úr dystinum ímóti Kekkia. Fyrradagin spældi Frakland eisini ein vánaligan dyst, tá teir bert fingu javnleik 29-29 ímóti Ungarn.
Fríggjadagin spælir Frakland ímóti Spania, og tá skal annar og sterkari lútur til. Hjá Spania er eingin slingur í valsinum. Spaniólar vunnu ein tryggan 34-25 sigur á Ungarn, og hava spaniólar skorað 71 mál í tveimum dystum higartil, meðan bert 50 eru farin inn.