Gamla fjøran á Biskopstø kemur aftur til heiður og æru í nýggja uppskotinum til miðbýarætlan fyri Klaksvíkina.
Tað eru teir báðir Archibald Black, listamaður, og Gunnar Nolsø, tíðindamaður, sum hava teknað uppskotið, sum Klaksvíkar Býráð hevur arbeitt við í seinastuni.
- Okkara visjón er, at endurskapa ta fjøruna og tann hugnan, sum eyðkendi fjøruumhvørvið á Biskopstø og á tann hátt taka søguligu Klaksvíkina við inn í framtíðina, sigur Archibald Black.
Ítøkiliga er ætlanin at seta bakkahjallarnir, neystið og hoyggjhúsið hjá Nólsoyar Páll á Biskopstø í upprunaligan stand aftur. Skamt frá skal ein stór timburmarina við siglingarrennu gerast, har høvi verður at sigla við kano og pedalbátum. Eisini verður fjøran fram við Seglhúsinum og spinnarínum hjá Monu endurskapt á ein hátt, so fortíðin verður ein nátúrligur partur av tí nýggja.
Klaksvíkar Býráð hevur gjørt av at lata uppskotið verða grundarlag fyri nýggja miðbýin, men enn er ikki greitt, nær arbeiðið kann byrja
- Tað er ongin loyna, at kommunan er í einum fíggjarligum aldudali, so ein slík ætlan má gerast í fleiri byggistigum, alt eftir, hvussu ráðini eru, sigur Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini hjá Klaksvíkar Kommunu og leggur afturat
- Býráðið heldur í øllum førum grundhugsjónina í ætlanini vera sera spennandi at arbeiða víðari við - ikki minst tí styrkin í uppskotinum eru mongu rekreativu økini, har trivnaðurin hjá borgararnum liggur fremst í huga, sigur Dávur Winther