Hundur slaktar 20 dunnur

Ein ókendur hundur hevur í nátt ella tíðliga í morgun dripið einar 20 dunnur sundur við Ovaru Gøtu í Hoyvík. Bert ein dunna var livandi, tá eigararnir komu á staðið

Hundalív

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Tá eigari av einum stórum dunnuflokki við Ovaru Gøtu í morgun kom at geva dunnunum fóður, var tað ein ótespilig sjón, hann kom til. Umleið 20 dunnur lógu spjaddar runt, sundurskræddar í einum sonnum blóðbaði.

Ein einsamøll dunna, sum var sloppin út úr dunnugarðinum, gekk eftir. Hon var tó so illa bitin, at hon má avlívast.

Løgreglan var longu á staðnum, tá Hendrik Olsen, ein av trimum eigarum, kom til dunnugarðin í morgun. Tá hevði onkur, ið er komin framvið, longu boðað løgregluni frá.

Hundurin lá og goymdi seg inni í dunnuhúsinum. Tá menn royndu at fáa fatur á hundinum, slapp hann tó til rýmingar, og enn er óvist um hundurin er fangaður.

Onkur hevur tó fingið mynd av hundinum við fartelefonini, tá roynt var at fanga hann, og myndin er latin løgregluni.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at teir hava fingið fatur á einum persóni, ið saknar ein hund, sum minnir nógv um tann, ið er á myndini. Hundurin er av slagnum Retriever.

Obligatoriska hundatryggingin – um nøkur slík er – eigur at dekka útreiðslurnar hjá eigarunum av dunnunum.

Verða hundurin og eigaramaður hansara funnir, kunnu teir vænta sær eina bót á upp til 600 krónur, tá hundurin ikki hevur loyvi at ganga leysur í Tórshavnar Kommunu, og hartil eisini hevur framt »herverk«.