landsstýrið er ein stjórn við meirilutanum í tinginum aftan fyri seg, og tá talan er um eitt slíkt álvarsmál, landsstýrið hevur sett sær fyri, er tað sjálvsagt, at tað fer út og kunnar fólk um ætlanina [...] sjálvstýrisuppskot Javnaðarfloksins tað sama sum fullveldi, og tí eri eg vísur í, at møguleiki er fyri einari breiðari semju. Høgni Hoydal undrast tó stórliga á framferð Javnaðarfloksins í fullveldismáliunum [...] viks ? At Javnaðarflokkurin hevur sent boð eftir Ola Stavad, so hann kann boða føroyingum frá, at vit ikki fáa nakra skiftistíð, langt áðrenn samráðingarnar við stjórnina eru byrjaðar, haldi eg vera at
absolutt einki ímóti at taka skiftisgrunnin úr uppskotinum, um tað kann skapa grundarlag fyri einari breiðari semju í tinginum. So gera vit bara ein oljugrunn og ein skiftisgrunn. Tað var tann upprunaliga ætlanin [...] Búskapargrunn Føroya, og hann kann nú staðfesta, at uppskotið má broytast, um semja skal finnast fyri tí uttan fyri samgonguna. ? Afturmeldingarnar hava verið á leið, sum eg hevði væntað mær tær. Eg hevði lítla [...] einasta rætta loysnin fyri tær møguliga stóru komandi oljuinntøkurnar. Skiftisgrunnurin, hinvegin, er ein partur av fullveldisætlanini hjá samgonguni, og henni er eingin undirtøka fyri millum andstøðupolitikarar
eg fari hervið at takka tær, mín góða, kera, besta vinkona. Takk fyri stuðulin, takk fyri góðu ráðini, takk fyri uppsangirnar og takk fyri eitt gott og ríkt vinalag. Eg fari ongantíð at gloyma teg og altíð [...] vart ein stórasystir fyri meg. Vit hava flent og grátið saman sum systrar og ikki minst skeldast sum systrar eisini. Eg eigi eina systur, men við tær fekk eg eina afturat, tá vit byrjaðu at arbeiða saman [...] eg í langa tíð hevði stúrt fyri, men tíbetur ikki kendi, fyrr enn hon var her. Løtan, tá telefonboðini um, at mín góða vinkona, Anna, hevur fingið frið, kom. Góða Anna, vit báðar hava so mangan tosað um
faðirliga manni, sum Hartvig altíð var fyri okkum. Altíð hava vit notið gott av blíðskapinum í Toftum har Hjørdis og Hartvig nærum hava kapprunnið fyri at gera tað so gott fyri gestirnar, sum yvirhøvur gjørligt [...] henda sama dag. Júst sum vit øll hildu best standa til eftir viðgerðina í Keypmannahavn. Hann tókist hava tað gott og lagið var gott, men so hendi tað, sum vit altíð stúra fyri og kemur púra óvart á okkum [...] Harrans vegir eru ikki okkara vegir og verður helst sagt, tí vit ikki vita ella kenna vegin, sum verður lagdur okkum. Sum menniskju vilja vit helst vita alt og hvat ætlan Gud hevur við lívið okkara. Hví
slókt verður fyri tólunum á sjúkrastovuni, og náttúran tekur yvir og avger seinasta andadráttin. Saknurin er stórur og fyllir nógv, men tíðin lekir sárini, tað vita vit, tó arrini bera vit við okkum, saman [...] saman við teimum góðu minnunum, ið sum frá líður, taka yvir. Ikki fingu vit nógva tíð saman, men hinvegin var tíðin sera góð og fingu vit nógv burturúr. Poulina var alvitandi og ein brúsandi kelda av informatión [...] Fuglafirði. Vit vóru fleiri ferðir í Skúgvi, har Poulina setti sín dám á húsini har. Møblar, lampur og gardinur, eins zwei drei so hevði hon hurlað alt uppá pláss og so út at ganga túr. Sjálvt um vit vóru saman
Takk, Guð, fyri alt sum hendi, fyri gávur tú oss ber, fyri tíð sum er at enda, fyri stundina sum er! Takk, Guð, fyri ljósa várið, Fyri myrka, kalda heyst, Fyri hvørt hitt gloymda tárið, Fyri hjartafrið [...] og tey eri eg eisini ógvuliga glað fyri at eiga! Eg minnist, tá eg var lítil, tá vóru vit, tey elstu systkinabørnini ofta hjá tær, spældu og stuttleikaðu okkum. Vit elskaðu at vera har. Nú støkki eg eisini [...] ein stórur skelkur fyri okkum øll, at tú skuldi vera tikin burtur frá okkum so brádliga! Tú var ein einari, hugsaði altíð um onnur, áðrenn teg sjálvan, tú var altíð so blíður tá vit sóust. Tú var ein av
vakt, fyri at vita um tað var nakað serligt á skránni, til tíðir kennist hetta sera svárt. Fyri meg vart tú so ómetaliga nógv: Verfaðir, vinur, arbeiðsgevari, ráðgevi, mentor og ein stór fyrimynd. Vit sakna [...] vardi tað okkum, at 17. desember 2011 skuldi gerast ein so minniliga syrgiligur og tungur dagur fyri okkum. Vit høvdu øll glett okkum at fara til Havnar at hátíðarhalda 70 ára føðingardag vermóðurs saman við [...] skelkandi boðini bórust um, at tú vart farin heim. Hetta kom sum ein skelkur fyri okkum øll og tyktiskt sera óveruligt, tá vit løtu seinni øll stóðu rundan um teg, júst soleiðis sum tú elskaði tað, at hava
hann síðani verið savnandi ímyndin av felagnum. Hansara fremsta mál sum formaður var at skapa felagnum tryggar karmar at virka undir og harvið tryggja felagnum ein sunnan og góðan gróður, sum hann sjálvur [...] Tað kom sum ein skelkur fyri okkum øll í Klaksvíkar Ítróttarfelag, at Torleif nú andaðist bert 61 ára gamal. Sum formaður í Fótbóltssambandinum í meira enn 20 ár var hann maðurin, sum vann føroyskum fótbólti [...] kring ítróttina í Norðoyggjum vórðu mentir, og seinastu dagarnar arbeiddi hann við framtíðarætlanum fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag, og var hetta arbeiði komið væl áleiðis. Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur samkenslu
einari stirðnaðari mentanarfatan standa vit hjálparleys, tá alt nýtt verður fatað sum hóttan móti føroyskari mentan, og tað er tað eisini, tá ið vit ikki skapa okkum amboð og fyritreytir at skilja mentan [...] gerandisdagin til viks, tá ið vit fáast við at mynda og seta fram mentanarfatan okkara. Ástøðiliga og empiriskt hevði Rógvi sterkt støði, og hann brúkti tað til tað fyri honum mest umráðandi: at skilja [...] stóð aftan fyri jólafundin, var tíðarbær og framsøkin, men at hon nú var vorðin eitt haft, brúkt sum ideologiskt amboð til at halda fast við eina mentanarfatan, sum forðar okkum í at skapa nýggja mentan
var hann framvegis aktivur sum formaður fyri pensjonistarnar. Ditleif var kendur fyri at vera sera arbeiðssamur. Hann var eisini prinsippfastur, og kundi hetta skapa neistar. Hetta javnaði seg tó aftur, men [...] hesi menning sum stjóri í so væl Havsild sum Havsbrún. Vit vóru saman í nevndunum í hesum fyritøkum í eini 20 ár. Tað sum var eitt eyðkenni fyri Ditleif var, hvussu væl málini vóru fyrireikað og grundgivin [...] týdningarmikil fyritøka. Hon er eitt stórt arbeiðspláss, og hon er eisini avgerandi fyri, at skip fáa best møguligan prís fyri fiskin. Hetta varð eisini nevnt, tá fiskamarknaðurin varð 10 ár, og tað fer eisini