Tað var óbeskriviliga hart og óskiljandi, einaferð enn at skula uppliva, at standa uppi yvir einum man elskar og síggja lívið fjara burtur, í friðinum og tómleikanum ið hoyrist so væl, tá slókt verður fyri tólunum á sjúkrastovuni, og náttúran tekur yvir og avger seinasta andadráttin.
Saknurin er stórur og fyllir nógv, men tíðin lekir sárini, tað vita vit, tó arrini bera vit við okkum, saman við teimum góðu minnunum, ið sum frá líður, taka yvir.
Ikki fingu vit nógva tíð saman, men hinvegin var tíðin sera góð og fingu vit nógv burturúr. Poulina var alvitandi og ein brúsandi kelda av informatión og holdningum til øll lívsins viðurskifti, ið hon oysti av og vildi kjakast um, á okkara nógvu gongutúrum og útferðum, líka úr Sumba til Svínoyar og úr Rituvík til Gásadals, í Norðradali, í Syðradali, á Tungulíðafjalli og fleiri túrar út á Glyvursnes og niðan á Kongavarðar, eins og nógvar túrar at vitja Emil, Innan Glyvur.
Eisini náddu vit at liggja í telti á Summarfestivalinum saman við Dávur og Annu Sofíu og vóru til fleiri konsertir, millum annað John Lawton, konsertina tá Paul McCartney fylti og til Ken Hensley í Fuglafirði. Vit vóru fleiri ferðir í Skúgvi, har Poulina setti sín dám á húsini har. Møblar, lampur og gardinur, eins zwei drei so hevði hon hurlað alt uppá pláss og so út at ganga túr.
Sjálvt um vit vóru saman so gott sum alt samdøgrið, bleiv tað til fleiri hundrað sms’ir, og Poulina dámdi væl at yrkja, dámdi væl at loysa gátur og at skriva í kotu. Her eru tvey dømir úr rúgvuni.
Hjá keypmanninum spyrji eg, hvat hon vil hava til dessert, og Poulina sms’ar aftur:
At vera tær nær og leingjast tá vit eru hvør sær
Tað stutta av tí langa tú hevur meg fangað
Tú sum í mína sál og í mítt sinn ert sloppin tær inn
Tú tann allarbesti ert sleppur at bestemma kvøldsins dessert
Og hetta:
Tisi go tie oumraba klersas osv togt
Ja saknur er í tær góða!
Um Guð ikki finst, er tað eyðsæð eisini at taka frástøðu frá jomfrúføðing og uppreisn frá teimum deyðu, men um Guð hevur skapað alt universið, við øllum sum her finst, átti hann sjálvsagt eisini at kunna gjørt Mariu við barn, og um Guð hevur skapa alt lív, er tað honum ei heldur ein trupulleiki at vekja tey deyðu aftur til lívið. Eg havi ongar ambitiónir um at taka Guð av ræði, men hevði eg kunnað, bert eina lítla løtu, høvdu vit Poulinu hjá okkum aftur, so sprell livandi og lívsglaða, sum áðrenn vit mistu hana.
----
Henrik