Jóansøku morgun andaðist elskaði pápabeiggi mín, Ásmundur Bærendsen, bert 40 ára gamal! Tað kom sum ein stórur skelkur fyri okkum øll, at tú skuldi vera tikin burtur frá okkum so brádliga!
Tú var ein einari, hugsaði altíð um onnur, áðrenn teg sjálvan, tú var altíð so blíður tá vit sóust. Tú var ein av leiðarunum hjá Bærendsen Teknik, og var har við til at skapa góðan trivna ímillum starvsfólkið. Tær dámdi væl at vera úti í nattúruni, m. a. í haganum, har tú eigur mong fetini.
Seinasta árið gjørdi tú eitt stórt arbeiði við bátin hjá tær, men tíverri náddi tú bert tann eina útróðrartúrin eftir umvælingina.
Tú tvætlaði altíð við okkum bróðurbørnini, sang sangir um okkara nøvn, og so fingu vit eisini ofta eitt oyra frá tær! Sjálvt um tú altíð hevði so nógv at gera, hevði tú altíð tíð at seta teg niður at tosa og tvætla við okkum, tá vit vóru úti hjá tær. Nú kann eg bara gleðast um minnini, og tey eri eg eisini ógvuliga glað fyri at eiga!
Eg minnist, tá eg var lítil, tá vóru vit, tey elstu systkinabørnini ofta hjá tær, spældu og stuttleikaðu okkum. Vit elskaðu at vera har. Nú støkki eg eisini inn á gólvið av og á, tað er bara so tómt nú tá tú ikki ert har. Nú er onki lív í har, handilin er oyðilagdur, og tú ert farin, nú er bara verkstaðið eftir!
Eg minnist serstakliga túrin, tá vit vóru í Peterhead og seldu við Steintór, eftir at tú og pappa høvdu verið túr við! Øll manningin við konunum var boðin við! Mamma kundi ikki, og tú hevði onga konu. So í staðin sluppu eg og Rakul við. Vit koyrdi í bussi til Aberdeen, har keypast skuldi inn. Rúgvan hjá tær var stór, tá vit komu aftur til Peterhead, men neyvan var nakað til tín sjálvan. Tú hevði hvørki konu ella børn, ístaðin fyri vart tú so góður við okkum bróðurbørnini!
Seinasta minnið eg havi, var ónsdagin áðrenn tú doyði, eg hevði fingið 10. floks-prógvið, og tey nærmastu vóru her vesturi og fingu sær ein drekkamunn. Tú setti okkum spurningar um ymiskt í landalæru, um føroyskar oyggjar og hólmar. Eitt, sum tú lærdi okkum var »Kallur og Kona átti borð, borðið var av viði, á borðinum lógu fuglur og svín«! Ein háttur at minnast allar norðoyggjarnar uppá. Tú lærdi okkum fleiri líknandi!
Poul Færø hevði eina góða prædiku til jarðarferðina hjá tær, sum lýsti, hvussu tú var!
Tað var rørandi at síggja tann stóra skara, ið fylgdi tær.
Vit øll sakna teg ómetaliga nógv og gleða okkum at síggja teg aftur! Vit vita, at tú ert á einum góðum staði nú, men høvdu sjálvandi heldur vilja havt teg her.
Goymd vera minnini um elskaða pápabeiggja mín Ásmund Bærendsen.
Takk, Guð, fyri alt sum hendi,
fyri gávur tú oss ber,
fyri tíð sum er at enda,
fyri stundina sum er!
Takk, Guð, fyri ljósa várið,
Fyri myrka, kalda heyst,
Fyri hvørt hitt gloymda tárið,
Fyri hjartafrið og treyst!
Bróðirdótturin Mariann