Til reiðar at slaka fyri Javnaðarflokkinum

Fíggjarmálaráðharrin er til reiðar at taka øll orð um ríkisveiting og skiftisgjøld úr uppskotinum um Búskapargrunn Føroya, um hetta kann fáa Javnaðarflokkin at taka undir við uppskotinum

 

Upprunaliga var ætlanin við einum føroyskum búskapargrunni, at gera ein sparigrís har allar oljuinntøkurnar kundu koyrast í, fyri soleiðis at halda hesar serligu, og kanska eisini serliga stóru, inntøkur burturi frá løgtingsfíggjarlógini. Hendan loysnin verður brúkt í eitt nú Norra og í Alaska, sum í løtuni vinna nógvar pengar av oljuvinnuni.

Men við sitandi landsstýri føddist hugtakið um ein annan grunn til nakrar aðrar serinntøkur, nevniliga ein skiftisgrunn har millum annað ríkisveitingin úr Danmark skuldi fella í fyri síðan, so við og við, at gera landsbúskapin óheftan av ríkisveitingini.

Tá eitt fyribils uppskot til løgtingslóg um tann sonevnda Búskapargrunn Føroya varð lagt fram í farnu viku, vórðu hesir báðir grunnarnir, oljugrunnurin og skiftisgrunnurin, lagdir saman í ein og sama grunn.


Semjan er umráðandi

Men nú er líkt til, at hesir siamesisku tvíburðarnir verða loystir frá hvørjum øðrum. Eftir at fíggjarmálaráðharrin legði fyribils uppskotið um Búskapargrunn Føroya fram fyri tingmonnum og almenninginum hósdagin, hava andstøðuflokkarnir meldað klárt út, at teir ikki kunnu góðtaka uppskotið, so leingi sum búskapargrunnurin skal virka sum skiftisgrunnur. Løgmaður hevur eisini givið ymsar ábendingar um, at hann heldur ikki metir tað vera rætt at samankóka oljugrunnin og skiftisgrunnin.

Landsstýrið vil gjarna finna eina semju um búskapargrunnin, sum spennir longur enn bara millum samgonguflokkarnar, tí helst verður talan um, at uppskotið skal samtykkjast av tveimum ymiskum løgtingum, áðrenn búskapargrunnurin verður settur á stovn. Á hendan hátt slepst undan, at eitt einsamalt landsstýrið kann byrja at oysa úr grunninum seinni, tí verður uppskotið samtykt av tveimum ymiskum løgtingum, so skulu broytingar samtykkjast á sama hátt.


Javnaðarflokkurin er nær

Fíggjarmálaráðharrin hevur seinastu dagarnar lurtað gjølla eftir, hvat tingmenn og floksformenn hava sagt um fyribils uppskotið til Búskapargrunn Føroya, og hann kann nú staðfesta, at uppskotið má broytast, um semja skal finnast fyri tí uttan fyri samgonguna.

? Afturmeldingarnar hava verið á leið, sum eg hevði væntað mær tær. Eg hevði lítla vón um, at andstøðan fór at góðtaka at búskapargrunnurin skuldi brúkast sum skiftisgrunnur, og Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava nú staðfest, at tað gera teir ikki. Men meðan Sambandsflokkurin ikki vísir nakað tekin um samstarvsvilja, so ljóðaði tað sum at Javnaðarflokkurin ikki stendur so langt frá okkum í hesum málinum. Eg haldi at hann lat hurðina standa opna fyri at finna eina semju, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, nú eftir at fyribilsuppkotið hevur fingið sín fyrsta túr ígjøgnum politisku vindimaskinuna.


Til reiðar at skilja grunnarnar

Í gjár viðgjørdi samgongan fyribilsuppskotið um Búskapargrunn Føroya fyri at finna fram til eina felags støðu. Samgonguflokkarnir eru ósamdir um, hvørt nærri ásetingar viðvíkjandi útgjaldinum úr grunninum eiga at verða samtyktar saman við uppskotinum um at seta á stovn búskapargrunnin, ella um hesin parturin kann bíða til seinni. Tjóðveldisflokkurin heldur tað hava so miklan skund at fáa grunnins settan á stovn, at tað ikki er ráðiligt at bíða.

Tá samgongan er liðug at viðgera fyribilsuppskotið, ætlar fíggjarmálaráðharrin at seta seg í samband við andstøðuflokkarnar. Og tá kann tað væl vera, at alt, sum hevur við skiftistíð og ríkisveiting at gera, verður lúkað út úr uppskotinum.

? Eg havi absolutt einki ímóti at taka skiftisgrunnin úr uppskotinum, um tað kann skapa grundarlag fyri einari breiðari semju í tinginum. So gera vit bara ein oljugrunn og ein skiftisgrunn. Tað var tann upprunaliga ætlanin og tað er lætt at gera, sigur Karsten Hansen.


Allir flokkar samdir

Fíggjarmálaráðharrin metir ikki stovnsetanina av einum oljugrunni at vera nakað politiskt stríðsmál, tí allir flokkar eru samdir um, at hetta er einasta rætta loysnin fyri tær møguliga stóru komandi oljuinntøkurnar.

Skiftisgrunnurin, hinvegin, er ein partur av fullveldisætlanini hjá samgonguni, og henni er eingin undirtøka fyri millum andstøðupolitikarar.

Sambært fíggjarmálaráðharranum var orsøkin til at báðir grunnarnir vórðu koyrdir saman í ein, at oljuinntøkur og ríkisveiting í ávísan mun hanga saman. Landsstýrið hevur nevniliga bundið seg til at endurskoða ríkisveitingina, um olja verður funnin í føroysku undirgrundini, og soleiðis er sannlíkt, at vaksandi oljuinntøkur fara at hava minkandi ríksiveiting við sær.


Fyrstu oljupengarnir innkomnir

Ætlaði oljugrunnurin, sum er partur av fyribilsuppskotinum um Búskapargrunn Føroya, er gjørdur við fyrimynd í norska »Petroleumsfondet« hagar allar oljuinntøkur hjá norksa statinum verða beindar. Ognin hjá norska grunninum forrentar seg við langtíðaríløgum úti í heimi.

Tær fyrstu føroysku oljuinntøkurnar eru longu komnar í landskassan. 300 persónar innan oljuvinnuna eru skrásettir sum skattgjaldarar í Føroyum, og 30 fyritøkur innan oljuvinnuna eru skrásettar sum arbeiðsgevarar. Hetta talið veksur støðugt.

Talan er tó enn um smáupphæddir, og verulig gongd kemur ikki á peningastreymin fyrr enn, og um, sjálv oljuframleiðslan á føroyskum øki fer í gongd.