Til minnis um mín háttvirda verfaðir, Hans Jacobsen á Bakka

Lítið vardi tað okkum, at 17. desember 2011 skuldi gerast ein so minniliga syrgiligur og tungur dagur fyri okkum. Vit høvdu øll glett okkum at fara til Havnar at hátíðarhalda 70 ára føðingardag vermóðurs saman við tær og stóðu øll so fín og veitsluklødd og bíðaðu eftir at sleppa upp á deildina til tín at halda føðingardagin, tá tungu og skelkandi boðini bórust um, at tú vart farin heim.
Hetta kom sum ein skelkur fyri okkum øll og tyktiskt sera óveruligt, tá vit løtu seinni øll stóðu rundan um teg, júst soleiðis sum tú elskaði tað, at hava alla familjuna samlaða um teg.
Orð tykjast so fátøk, tá eg nú skal festa nøkur minningarorð um teg á blað, tí eg haldi ikki orð finnast, sum kunnu lýsa, hvør tú vart. Hetta vita vit øll, sum fingu tann stóra framíhjárætt at liva tætt upp á teg.
Í august í 1992 giftust eg og Birna, og tá kom eg at kenna teg sum verfaðir. Eg minnist, tá vit saman fóru undir at innrætta íbúðina í kjallaranum hjá tykkum, og eins og fyri hini børn tíni, legði tú alla tína tíð og hegni í at gera komandi heim okkara til eitt gott og hugnaligt stað at verða.
Sum árini gingu, komu vit at hava nógv við hvønn annan at gera, tá eg kom at arbeiða hjá tær. Serliga týðilig eru árini, tá vit bygdu smoltstøðina á Glyvradali. Hetta gjørdist ein sera góð og lærurík tíð fyri meg, har tú altíð gekk undan og vart ein fyrimynd á øllum økjum. Hendan tíðin hevur eisini myndað og ment meg sum persón.
Smoltstøðin var krúnan á lívsverki tínum, og var tað eisini har, tú nýtti mest starvstíð síðstu ár tíni. Hóast tú so dánt orkaði at ganga upp trappurnar á smoltstøðini, vart tú - tær so líkt - til arbeiðis heilt til tað síðsta. Og hóast kropsliga orkan var við at ganga undan, so megnaði tú við tínum smittandi jaliga og skemtingarsama lyndi at skapa gleði og trivna fyri øll rundan um teg.
Um eg við fáum orðum skal seta eina yvirskrift yvir lív títt, so vildu orðini verið hesi: Lívsvísdómur, lívsgleði, áræði, trúgv, kærleiki og trúfesti, og mong munnu tey vera, sum gjøgnum árini hava notið gott av hesum. Títt óvikiliga, inniliga og dagliga samfelag við tín Harra og Frelsara og tín ómetaliga persónliga styrki legði lunnar undir tað framúrskarandi lív, sum tú livdi, og sum so mong onnur hava notið gott av - og enn í dag njóta gott av.
Í meðan eg siti og skrivi hesar linjur her á smoltstøðini, fella eygu míni á eitt slitið ark, sum hongur á vegginum, á tí stendur skrivað “Stúrið ongum fyri, nei latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk!” Fil. 4,6. Hetta saman við mongum øðrum ørkum, sum hingu ymsastaðni runt á smoltstøðini, var títt dagliga breyð meir enn nakað annað. Tú elskaði Guðs orð meir enn nakað annað og kendi týdningin av at kenna tað og at liva eftir tí. Minnist tær mongu ferðir vit vóru samlaði sum familja, har tú tók Guðs orð og so mangan siteraði Sálmarnar, og var tað serliga hesin, sum ofta bleiv siteraður : “ Sælur er maður, ið ei fylgir vándra manna ráði, ið ei stendur á syndara vegi og ei situr í spottara lagi; men hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt. Hann er eins og træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar; alt, ið hann ger, honum eydnast skal.”
Gamalt orðatak sigur, at maður kemur í mans stað, men eri eg ikki heilt samdur í hesum. Tú vart nakað heilt serligt. Tú elskaði familju tína fram um alt, og serliga elskaði og ærdi tú elskaðu konu tína. Hon var, sum tú sjálvur segði tað í síðstu heilsan tíni til hennara, tín “Juvelur”, og ansaði og røkti tú fyrimyndarliga væl tínum skínandi og vakra juveli. Tað var ein lívslærdómur fyri okkum at síggja tykkara fyrimyndarliga kærleika hvør til annan, og at tit so bókstaviliga livdu lyfti tykkara út, um at elska og æra til deyðin gjørdi skilnað, ja, á lívsins síðsta morgni tínum eydnaðist tær eina síðstu ferð at fjálga og virða hana við vøkru orðunum, tú segði um hana.
At tú livdi langt út um teg sjálvan, ber lívsverk títt Bakkafrost best boð um. Tú hugsaði ikki bert um teg og tíni, men setti alt títt egna í veð fyri at skapa virðir, fólki og samfelagnum at gagni. Aðrastaðni á smoltstøðin hongur eitt annað ark við hesum orðum á: “Tann, sum altíð kannar eftir vindinum, kemur ikki til at sáa; og tann, sum altíð hyggur eftir skýggjunum, kemur ikki til at heysta. Orðt. 11,4” Og sigur hetta nakað um, hvat var títt “drive”.
Tú søkti aldrin egna æru, men luttók heilhjartaður í lokalsamfelagnum. Í mong ár vart tú komunustýrislimur, og vart ein av teimum, sum gekk á odda fyri at fáa Eysturoyar Røktar- & Ellisheim sett á stovn. Sum ungur vart tú virkin í losjuni, og í fleiri ár vart tú degnur í Glyvra kirkju.
Frammanfyri mær her á telduni á smoltstøðini, er mynd av tær og barndómsvini tínum Jørgini, sum tú helt so nógv av, har tit á ungun døgum leiktu hondbólt saman við øðrum. Fótbólt dámdi tær væl, og var tú ein dyggur stuðul hjá okkara fótbóltsfelag NSÍ. Var eitthvørt serligt høvi í familjuni, vart tú ikki seinur at taka pennin í hond, og hegnisliga sum fáur festi tú magisk orð á blað, sum fekk lesaran at undrast. Krúnan á tí skrivaða av verkum tínum, man seinasta føðingardagheilsanin til tína elskaðu vera, har tú við einum fingri á I-pad á deyðastrá, festi tólv so yndislig ørindi niður á blað, sum sjálvdan man vera sætt áður.
Eg gangi enn vakt á smoltstøðini, og allastaðni eg vendi mær, ert tú nærverandi, eg síggi teg aftur í so nógvum, her á støðini, og fara kenslurnar mangan avstað við mær. Serliga ringt var tað at koma á støðina fyrstu tíðina, eftir at tú vart farin. Eg plagdi altíð at ringja til tín tá eg kom á vakt, fyri at vita um tað var nakað serligt á skránni, til tíðir kennist hetta sera svárt. Fyri meg vart tú so ómetaliga nógv: Verfaðir, vinur, arbeiðsgevari, ráðgevi, mentor og ein stór fyrimynd.
Vit sakna teg øll, tú fylti so nógv har tú vart, tú hevði so nógvar góðar eginleikar, tú vart stuttligur, festligur, sjálvironiskur, lívsglaður, hjálpsamur, umsorganarfullur, kærleiksfullur, arbeiðsamur og so mangt annað, tú vart ein framúrskarandi persónur, og er tómrúmið stórt eftir teg. Troyst okkara er at vita, at tá vit øll ein dag koma heim, so ert tú eisini har og bíðar okkum saman við Honum, sum tú setti títt álit á, og sum tú tænti til fulnar her á jørð.
Friður verið við minninum um teg Hans, mín háttvirdi verfaðir.
------
á Glyvradali 20 september 2012
Versonur tín Terje