Dátt komu boðini tíðliga fríggjadagin, tá Pauli ringdi til okkara um, at Hartvig var farin henda sama dag. Júst sum vit øll hildu best standa til eftir viðgerðina í Keypmannahavn. Hann tókist hava tað gott og lagið var gott, men so hendi tað, sum vit altíð stúra fyri og kemur púra óvart á okkum.
Tað verður oftani tikið til, at Harrans vegir eru ikki okkara vegir og verður helst sagt, tí vit ikki vita ella kenna vegin, sum verður lagdur okkum. Sum menniskju vilja vit helst vita alt og hvat ætlan Gud hevur við lívið okkara. Hví varð eg settur í verðina og hvat vil Gud við okkum.
Ymist er, hvussu nógv vit náa at gera og hvussu nógv kemur burturúr alt eftir førleika, orku og ikki minst vilja. Men vit vilja sum mest og tað eyðkendi Hartvig, sum hevði ein sterkan vilja og trúði uppá tað, sum hann fór undir. At Hartvig umframt eisini hevði serliga gott hegni og góð evni til at skapa nakað, sæst týðiliga aftur, har sum hann hevði sína gongd. Í heiminum í Toftum, í neystinum, í húsinum á trøðni og heima hjá børnunum síggjast prýðiligu lutirnir, sum eru komin frá hansara framúr góðu hondum. At Hartvig eisini sýndi eina sanna skaparagleði, gjørdi úrslitið enn betri og luturin fekk eitt enn størri lívsvirði fyri tey, sum kundu njóta gott av hesi evnaríku, gávuríku og gávumildu hond.
Sjólívið var hansara lutur í hesi verð og røkti hann sjógvin í mong ár og sum legði grundarlag undir familiulívið í Toftum í Vági.
Tað var eyðsýnt, at sjólívið fylti nógv í lívinum hjá Hartvig. Tey, sum hava havt tað stóru uppliving av at vitja serstaka “lugarið” í heiminum í Toftum, hava fingið eina serliga kenslu av sjólívinum. Uttan mun til um ein var sjómaður ella landkrabbi, so føldi tú teg verunliga umborð á einum skipi, tá tú vitjaði í “lugarinum” hjá Hartvig. Rúmið innrættað, sum umborð á skipi og øll útgerðin sett upp – snøgt sagt, so manglaði bara at tað rullaði eitt sindur, so natúrligt var at sita har. Eitt satt meistaraverk, sum er latið úr hondum hansara, men sum samstundis eisini lýsti mannin serstakliga væl – dygd framum alt.
Hartvig dámdi vakurleika og at hugna um heimið. Hvussu høgt gekk hann ikki uppí runnar og blómur, sum høvdu eitt serligt pláss í hansara hjarta og júst blómurnar prýddu urtagarðin í Toftum og bar boð um lívið, vakurleika og hugna.
Fyri okkum var Hartvig altíð nakað serligt. Hann var sysktinabarn pápa okkara, sum gekk burtur við Sjóstjørnuni í 1973 og at hann so eisini í útsjónd líktist pápa okkara gjørdi, at serligar kenslur vóru knýttar at hesum dámliga, hjartagóða og faðirliga manni, sum Hartvig altíð var fyri okkum.
Altíð hava vit notið gott av blíðskapinum í Toftum har Hjørdis og Hartvig nærum hava kapprunnið fyri at gera tað so gott fyri gestirnar, sum yvirhøvur gjørligt.
Eitt gott minni er pannukøkurnar hjá Hartvig, sum vóru av serliga góðum slag. Enn tosar Birgit um pannukøkurnar og hvussu væl tær smakkaðu. Jú, rík eru minnini um Hartvig og blíðskapin í Toftum.
Systkinaflokkurin minkar nú Hartvig er farin. Sigrun doyði í 1992 og í 2006 doyði Henning bróðurin, so stutt gjørdist teirra millum.
Børnini sakna sín pápa og abbabørnini sín abba. Hví skuldi hann so fara frá okkum so bráðliga?
Beinleiðis svar fáa vit einki, men kunnu bert ugga okkum við at Gud veit, hvat hann ger. Sum tað stendur skrivað um spurvarnar, “og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara”.
At Hartvig nú ikki longur er okkara millum kennist svárt – ja, ómetaliga svárt fyri tykkum, sum stóðu honum næst, Hjørdis, børnini Kári, Pauli og Sylvia við teirra makum og børnum. Hava ilt við at skilja, at maðurin, pápin, verpápin og abbin ikki longur er tykkara millum. Hann, sum fylti so nógv í tykkara lívið og sum altíð var har, tá á stóð.
Góða Hjørdis, plássið á bonkinum í køkinum, har við vindeygað, er nú tómt. Saknurin er stórur eftir eitt langt lív saman, sum er nú komið at enda. Uggin er, at minnini eru so mong og góð at tey bera teg og tíni víðari við hesum orðum úr 1. KOR 13,13: Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin. Júst soleiðis sum Hartvig var fyri tykkum, og sum hann var so ómetaliga góður við.
Merkismaðurin í Toftum hevur lagt frá sær og Vágsbygd hevur mist ein av frægu synum sínum, men størstur er saknurin hjá tykkum Hjørdis, Kára, Paula og Sylviu við familium.
Friður verður við minninum um Hartvig Poulsen.
Frá okkum í Miðvági og Søldarfirði.