Tað kom sum ein skelkur fyri okkum øll í Klaksvíkar Ítróttarfelag, at Torleif nú andaðist bert 61 ára gamal.
Sum formaður í Fótbóltssambandinum í meira enn 20 ár var hann maðurin, sum vann føroyskum fótbólti altjóða viðurkenning.
Hósdagin 2. mars 2006 varð hann valdur til formann í Klaksvíkar Ítróttarfelag, og hevur hann síðani verið savnandi ímyndin av felagnum.
Hansara fremsta mál sum formaður var at skapa felagnum tryggar karmar at virka undir og harvið tryggja felagnum ein sunnan og góðan gróður, sum hann sjálvur plagdi at málbera seg.
Stóran týdning legði hann í, at karmarnir kring ítróttina í Norðoyggjum vórðu mentir, og seinastu dagarnar arbeiddi hann við framtíðarætlanum fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag, og var hetta arbeiði komið væl áleiðis.
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur samkenslu við konu Torleif, Elsu Mariu og børnunum Sofíu, Margrethu, Ernu og øllum sum varða av.
Sambært viðtøkum felagsins, røkir næstformaðurin, Nichels Lützen, skyldur formannsins fram til aðalfundin.
Klaksvíkar Ítróttarfelag