Tey bæði havi eg kent ein stóran part av lívinum. Tað fyrsta eg minnist til Ditleif sum smádrongur var, tá hann plagdi at ganga í húsini at lesa elmátarar av.
Seinni komu vit at kennast í fyritøkum, har Ditleif setti skjøtil á, og sum framvegis standa sum minni um hann.
Tann fyrsta var Havsbrún. Upprunin til hesa fyritøku var, at Ditleif saman við millum øðrum Ismar Joensen í Fuglafirði í 1965 var við til at stovna Havsild, sum skuldi byggja eina fiskamjølsverksmiðju í Fuglafirði. Um somu tíð hevði Dagsbrún, sum var myndað av hvannasundsbrøðrunum saman við Esmari Fuglø, selt trolaran Fiskanes við einum hampiligum vinningi. Teir bjóðaðu sær til at at kasta saman við Havsild, og verkætlanin gjørdist tilsvarandi størri. Skjótt varð arbeitt, tí longu í 1966 var klárt at taka ímóti fyrstu lastini. Henda fyritøkan kom at menna seg bæði á ein og annan hátt, og hon er í dag ein tann fremsta í landinum. Ditleif eigur ein stóran part í hesi menning sum stjóri í so væl Havsild sum Havsbrún. Vit vóru saman í nevndunum í hesum fyritøkum í eini 20 ár. Tað sum var eitt eyðkenni fyri Ditleif var, hvussu væl málini vóru fyrireikað og grundgivin.
Esmar Fuglø nevnir eisini hetta í sínum endurminningum. Hann var eisini stjóri í Havsbrún fyrstu tíðina, og hann tekur til, hvussu stór hjálpin var í Ditleif, og hvussu væl teir arbeiddu saman.
Tað gongur upp og niður í fiskivinnuni. Víst gongur væl hjá Havsbrún í dag, men her hava verið nógvar kreppur gjøgnum árini, men altíð varð ein loysn funnin. Kortini kom tað at laga seg so, at Havsild kom at gevast við sínum virksemi, og Ditleif kom tí at gevast á Havsbrún.
Men tað gingu bert fá ár, tá vóru boð send eftir honum aftur. Tað var tá Fiskamarknaðurin skuldi byrja, og Ditleif varð settur sum stjóri. Her var eisini talan um nýhugsan. Tað skuldi byrjast fullkomiliga frá botninum at arbeiða upp eina nýggja skipan, sum var grundað á fría kapping á økinum, sum ikki var nøkur sjálvfylgja tá. Samstundis var hetta í ringastu kreppuni í 90-unum. Fyrstu tíðina gekk ikki væl av hesi orsøk, og tað kom so vítt í 1993, at umhugsað var at steingja. Men takkað verið hugflog og hørðum arbeiði hjá sovæl nevnd sum stjóra kom vend í, og Fiskamarknaðurin fór at menna seg til tað, sum hann er í dag. Ditleif var stjóri her til í 1996. Tað er semja um, at Ditleif gjørdi eitt slóðbrótandi arbeiði við fiskamarknaðinum, og tað er á hesum grundarlagnum, at Fiskamarknaðurin, sum nú er býttur upp í tvær fyritøkur, er blivin ein sera týdningarmikil fyritøka. Hon er eitt stórt arbeiðspláss, og hon er eisini avgerandi fyri, at skip fáa best møguligan prís fyri fiskin. Hetta varð eisini nevnt, tá fiskamarknaðurin varð 10 ár, og tað fer eisini at verða tikið til hetta, nú Fiskamarknaðurin í heyst verður 15 ár. Tá kann aftur staðfestast, at grundarlagið var framúr gott.
Ditleif hevur havt mong onnur álitisstørv, sum ikki skal komast so nógv inn á her. Sum dømi kann nevnast, at hann hevur verið býráðslimur í Fuglafirði, eins og hann hevur verið stýrislimur í SEV. Tá hann gjørdist pensjonistur, var hann framvegis aktivur sum formaður fyri pensjonistarnar. Ditleif var kendur fyri at vera sera arbeiðssamur. Hann var eisini prinsippfastur, og kundi hetta skapa neistar. Hetta javnaði seg tó aftur, men eftir standa hansara avrik sum minni um hann.
Aftanfyri ein hvønn sterkan mann stendur ein kvinna, og í hesum førinum var tað Rosa. Hon er dóttir Onnu Elisabeth og Poul á Lakjuni. Hon misti pápan av eini vanlukku, tá hon var seks ára gomul. Rosa var næstyngst av tilsamans 11 systkjum, so hon hevur eisini kent lívsins álvara.
Rosa var tann, sum á ein fyrmyndarligan hátt vardi heimafrontin við síni stillføru medferð. Tey áttu seks børn: Pól, Christian, Elisabeth, Mariann, Anna og Rita.
Rosa var sera dámlig og friðarlig. Poul Færø, systirsonur Rosu, segði á einum møti um hvítusunnuna, at Rosa var átta ár, tá hann var føddur. Hann var tann fyrsti, sum hon var mostir til, og framvegis var hon so sera góð við Poul.
Familjumenniskju vóru tey eisini, og tað var lagnunnar speisemi, at tað var júst á veg til Havnar til døgurða hjá dótrini, at tey so knappliga vórðu rykt burtur. Í sorgini er tað tó ein troyst, at ommu- og abbasonurin slapp óskalaður.
Eftir stendur minnið um eini framúr hjún, sum vit koma at minnast við virðing.
ó.