Til reiðar til breiða semju

? Eftir mínum tykki er tað, Javnaðarflokkurin sigur, tað sama sum fullveldi. Tí síggja vit ongan trupulleika fyri einari breiðari semju, sigur Høgni Hoydal, ið tó metir framferðina hjá Javnaðarflokkinum at vera ógvuliga undrunarverda

? Eg eri púra samdur í løgmanni, tá hann tosar um, at neyðugt er við einari breiðari semju millum føroysku flokkaranar, áðrenn farið verður undir samráðingar við donsku stjórnina um loysing. Harafturat er sjálvstýrisuppskot Javnaðarfloksins tað sama sum fullveldi, og tí eri eg vísur í, at møguleiki er fyri einari breiðari semju.

Høgni Hoydal undrast tó stórliga á framferð Javnaðarfloksins í fullveldismáliunum, og er hann ikki sørt argur eftir boðini frá landsfundi Javnaðarfloksins.


Fólkaræðið til viks

? At Javnaðarflokkurin hevur sent boð eftir Ola Stavad, so hann kann boða føroyingum frá, at vit ikki fáa nakra skiftistíð, langt áðrenn samráðingarnar við stjórnina eru byrjaðar, haldi eg vera at seta fólkaræðið til viks. Talan er um júst tað sama, sum hendi í 1942 og í 1966. Nevniliga tað, at ein føroyskur flokkur leggur saman við einum donskum flokki við tí endamáli at skapa ræðumyndir ímóti fullveldisætlanunum, sigur ein argur Høgni Hoydal.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum sammetir støðuna við, tá smádreingir klandrast, og tann, ið ikki orkar meira, fer til stórabeiggja ella pápa at fáa hjálp.

? Er talan ikki júst um at seta fólkaræðið til viks, tá tú ferðast kring landið saman við embætismonnum, ið hava skrivað sokallaðar »kunnandi fundir um Hvítubók«?

? Nei, tað haldi eg avgjørt ikki. Talan er nevniliga um kunnandi fundir og ikki politiskar fundir, leggur Høgni Hoydal dent á. Høgni Hoydal vísir á, at tað eru serfrøðingarnir, ið hava lagt fram á hesum kunnandi fundum, og sigur hann seg bert hava verið við til at svara politiskum spurningum. Spurnigum um, hvørjar ætlanirnar hjá landsstýrinum í veruleikanum eru.

Men so er spurningurin, um tað ikki júst er skeivt, at landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum svarar politiskum spurningum á hesum kunnandi fundum, og um andstøðan ikki eisini átti at verið við, so málið varð lýst frá báðum síðum.

Hetta heldur Høgni Hoydal lítið um. Hann sigur, at landsstýrið er ein stjórn við meirilutanum í tinginum aftan fyri seg, og tá talan er um eitt slíkt álvarsmál, landsstýrið hevur sett sær fyri, er tað sjálvsagt, at tað fer út og kunnar fólk um ætlanina. Hann vísir í sama viðfangi á, at eftir hansara tykki hevði tað verið skeivt, um embætisfólkini skuldu staðið og svarað politiskum spurningum á hesum fundum.

Harafturat vísir Høgni Hoydal eisini á, at Jóannes Eidesgaard á sinnið, sum tann fyrsti, ferðaðist slíka kunningarferð, tá broytingar skuldu gerast innan sjúkrahúsverkið, og heldur hann, at talan var um eitt gott tiltak, farið varð undir.


Politisk kunning

Høgni Hoydal staðfestir, at tað í fyrr nevnda dømi er talan um politiska kunning og ikki politiskar fundir. Hann vísir á, at tað rætt og slætt ikki hevur borið til at havt fundir, har andstøðan eisini hevur havt møguleika at siga sína hugsan, orsakað av, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava tagt um Hvítubók heilt til seinasta vikuskiftið.

Men Høgni Hoydal lovar, at landsstýri seinni fer at játta pening til allar flokkar umframt fólkarørðslur at halda fundir um fullveldisætlanina fyri. Hann metir tað nevniliga hava stóran týdning, at øll fáa víst á síni sjónarmið viðvíkjandi fullveldisætlanini.


Ósannar ræðumyndir

Tað skerst tó ikki burtur, at Høgni Hoydal er rættuliga argur inn á Javnaðarflokkin eftir boðini frá landsfundinum um vikuskiftið og síðani frá tíðindafundinum mánadagin.

? Eg haldi tað beinleiðis vera eina ósanna ræðumynd, tá Javnaðarflokkurin vísir á, at livistøðið hjá føroyska húskinum fer at vera munandi lægri eftir loysingina frá Danmark. Javnaðarflokkurin tosar um, at tað ikki bert til at rokna við einum búskaparvøkstri á 2 prosent um árið, orsakað av, at miðaltalið fyri Norðurlond ikki er hægri enn 1, 8 prosent. Men hetta kann eg beinan vegin siga vera beinleiðis lygn, tí á heimasíðuni hjá OECD sæst greitt, at talan er um eitt nógv hægri tal, vísir Høgni Hoydal á.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum dugir als ikki at skilja, hví Javnaðarflokkurin skal heingja seg í, at familjan er gloymd í Hvítubók. Hann vísir á, at orsøkin til, at útrokningar um livistøðið hjá familjuni ikki eru við í Hvítubók er, at tað nevniliga als ikki bert til at gera slíkar útrokningar.

? Tað ber ikki til at seta nøkur tøl í eitt rokniark, fyri at síggja, hvussu føroyska familjan hevur tað um 20 ár. Hetta er nakað, ið er ógvuliga tengt at politikkinum, førdur fer at verða í landinum, og tí ber ikki til at rokna slíkt út. Tað eru jú vinnulívið og tann einstaki sjálvur, ið fáa ávirkan á hetta, sigur Høgni Hoydal.


Huldumenn

Høgni Hoydal vísir á, at tað beinleiðis var lygn, tá Javnaðarflokkurin í Sosialinum herfyri vísti á, at livistøði í Føroyum fer at lækka 60 prosent eftir eina møguliga loysing frá Danmark. Hann sóknast eftir, hvørjir teir sokallaðu »óheftu serfrøðingarnir« eru, ið gera slíkar útrokningar fyri Javnaðarflokkin, og setir hann at enda spurningin, um talan er um huldumenn, ið koma við slíkum lygnum.