landsliðið í fótbólti spæla ímóti Týsklandi í EM-undankapping. Dysturin verður spældur í býnum Kassel, sum liggur 160 kilometrar sunnan fyri Hannover. Týskland er oddalið í bólki 6, og fyrst í september [...] september mánaði vann Týskland 3-0 á Føroyum á Tórsvølli. Ta ferðina sást, at Týskland var eitt sera sterkt og væl spælandi lið, og tí er føroyska uppgávan týsdagin av teimum størstu, sum fáast kann í altjóða fótbólti [...] fótbólti. Tað ber til hjá áhugaðum at síggja dystin í sjónvarpi, tí sjónvarpsrásin Eurosport vísur dystin beinleiðis. Dysturin byrjar týsdagin kl. 17.30.
Ákæruvaldið í Los Angeles hevur ákært ein 13 ára gamlan drong fyri at hava kynt eldin, sum endaði sum ein stórur skógareldur nærhendis stórbýnum í síðsta mánaði. Myndugleikarnir hava í fyrra lagi ákært [...] ákært drongin fyri at hava sett eld á, og í øðrum lagi er hann ákærdur fyri at hava verið óskettin við eldi í einum skógi. Um somu tíð herjaði ein annar skógareldur uttan fyri Los Angeles. Hann oyðilegði næstan [...] næstan 70 hús, men tann 13 ára gamli drongurin er ikki ákærdur í sambandi við tann eldin, skrivar AP. Sambært kaliforniskari lóg kunnu fólk fáa upp í 25 ára fongsul fyri eldáseting.
ein nú hevur hagtøl fyri, er hvussu nógv tey eldru brúka alnetið í tí dagliga. Í februar mánaði í ár gjørdi Gallup-stovnurin eina kanning í hesum spurningi. Nú ber til at finna fram til ávís áhugaverd hagtøl [...] hagtøl út frá hesum. Og tað er júst ein partur av tí, sum verður lagdur fram í Tilhaldinum í Havn seinnapartin í morgin. Tá fer Kjartan Hoydal at gera viðmerkingar til úrslitini av hesi kanningini. Hann
Ein leygardagur í marts mánaði í fjør kundi verið tann seinasti hjá tí tá 19 ára gamla Dániali Bertholdsen. Á veg til Toftir fór bilurin útav vegnum, bóltaði oman gjøgnum fjørðina og endaði á sjónum - [...] - við Dániali í bilinum. Kjartan Højgaard, sum koyrdi har á leiðini tá, var skjótur í vendingini og bjargaði Dániali, sum hevði fingið stóran skaða. Hósdagin í farnu viku fekk Kjartan heiðurin at vera Ársins [...] Ársins Fyrstihjálpari 2013 fyri at veita Dániali fyrstuhjálp. Í Rás2 Seinnapartur í dag fara teir báðir at greiða frá hendingini og hvussu hon hevur ávirkað teir síðani. Rás2 Seinnapartur byrjar klokkan
sloppin inn í landið, men nú er líkt til, at í næsta mánaði sleppa tey fyrstu ferðafólkini um markið. Tað skrivar tíðindastovan Reuters. Í fyrsta umfari verða tað russarar, sum sleppa á vitjan í Norðurkorea [...] vitja ymisk støð í fýra dagar. Norðurkorea stongdi í januar 2020 øll mørkini, tá ið koronufarsóttin fór at gera um seg. Sum miðlarnir vita, hevur bert ein útlendingur fingið loyvi at koma inn í landið síðani
ein stubba um, at krúnprinsaparið kemur til Føroya á vitjan í 2005. Ætlandi er ferðin sett at vera seinast í juni mánaði. Sjónvarpið segði seg í gjár hava fingið tíðindini váttað, men tað er ikki eydnast [...] meiri um ferðina. Men eftirsum krúnprinsaparið í summar var á vitjan í Grønlandi, saman við drotningaparinum, er kanska sannlíkt, at Mary krúnprinsessa í komandi ári skal sleppa at síggja seinasta partin [...] partin av danska kongaríkinum, nevniliga Føroyar. Koma tey, verður hetta væntandi váttað í nýggjárstaluni hjá drotningini. eys
Í juli mánaði fer Tora Tourist Office at halda reglulig kunnandi møti fyri útlendingar, sum koma í ferðaørindum. Ætlanin er at kunna um tiltøk og møguleikar í Føroyum. Útlendingar skulu kenna tann føroyska [...] "way of life," sum tikið verður til í tíðindaskrivi. Hetta skal gerast saman við ferðaleiðarum á Tora Tourist Office. Í hesum sambandi bjóðaði Tora Tourist til vælkomst í gjár, mánadagin. Umboð fyri Tora [...] instruktørur á guideskúlanum Service & Co. Uffe Helsing Andersen er rættur globetrottari. Hann hevur í tíggju ár ferðast kring heimspartarnar Europa, Afrika, Asia, USA og Suðuramerika. -hkm
við blaðið Fedrelandsvennen. Start skal í eina tíð halda til á venjingarlegu í Cadiz. Hetta er fyrireiking til norsku landskappingina, sum byrjar fyrst í næsta mánaði. [...] Tá ið Start í dag spældi venjingardyst ímóti Rosenborg, var Todi Jónsson ikki millum spælarar á liðnum hjá Start. Orsøkin er, at hann toygdi ein vødd í baklærinum undir venjing í gjár. Todi skal binda [...] binda frið í tríggjar ella fýra dagar, og hann kann ikki spæla ímóti Rosenborg, men hetta er ein lítil skaði, og eg rokni við, at hann spælir aftur, tá ið vit koma til Spania leygardagin, sigur Rune Magnussen
Í apríl mánaði luttekur føroyska kvinnlandsliðið í fótbólti í undankapping á Malta. Hendan undankapping millum fýra lond skal avgera, hvat av londunum sleppur til EM-undankappingina til EM 2017. Føroyar [...] Føroyar vóru við í seinastu undankapping, eftir at tær spældu seg víðari frá líknandi undanumfari fyri tveimum árum síðani. Lutakastið lagaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk saman við Georgia, Andorra [...] Andorra og Malta. Kappingin verður spæld á Malta í døgunum frá 4. til 9. apríl. Øll londini spæla ein dyst ímóti hvørjum øðrum, og tað landið, sum stendur seg best, kemur til víðari til EM-undankappingina.
Býráðið í Sunda kommunu samtykti í fjør at taka gomlu bryggjuna á havnalagnum í Haldarsvík burtur og gera eina nýggja betong-og timburbryggju. - Arbeiðið varð boðið út og hevði Sp/f Jóan Petur Vang, b [...] lægsta boð. Arbeiðið hevur kostað kommununi 3.000.000 krónur. Í Sunda kommunu siga tey, at alifyritøkan Marine Harvest hevur nógv virksemi í Haldarsvík, og gamla bryggjan var ikki hóskandi til virksemi [...] áleiðis, at nýggja og snotiliga betong-og timburbryggjan verður avhendað til kommununa síðst í januar mánaði, verður lagt aftrat.