Todi aftur skaddur

Tá ið Start í dag spældi venjingardyst ímóti Rosenborg, var Todi Jónsson ikki millum spælarar á liðnum hjá Start. Orsøkin er, at hann toygdi ein vødd í baklærinum undir venjing í gjár.
 Todi skal binda frið í tríggjar ella fýra dagar, og hann kann ikki spæla ímóti Rosenborg, men hetta er ein lítil skaði, og eg rokni við, at hann spælir aftur, tá ið vit koma til Spania leygardagin, sigur Rune Magnussen, fysioterapeutur við blaðið Fedrelandsvennen.
Start skal í eina tíð halda til á venjingarlegu í Cadiz. Hetta er fyrireiking til norsku landskappingina, sum byrjar fyrst í næsta mánaði.