Í apríl mánaði luttekur føroyska kvinnlandsliðið í fótbólti í undankapping á Malta. Hendan undankapping millum fýra lond skal avgera, hvat av londunum sleppur til EM-undankappingina til EM 2017.
Føroyar vóru við í seinastu undankapping, eftir at tær spældu seg víðari frá líknandi undanumfari fyri tveimum árum síðani.
Lutakastið lagaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk saman við Georgia, Andorra og Malta. Kappingin verður spæld á Malta í døgunum frá 4. til 9. apríl. Øll londini spæla ein dyst ímóti hvørjum øðrum, og tað landið, sum stendur seg best, kemur til víðari til EM-undankappingina.










