Býráðið í Sunda kommunu samtykti í fjør at taka gomlu bryggjuna á havnalagnum í Haldarsvík burtur og gera eina nýggja betong-og timburbryggju.
- Arbeiðið varð boðið út og hevði Sp/f Jóan Petur Vang, byggimeistari, lægsta boð. Arbeiðið hevur kostað kommununi 3.000.000 krónur.
Í Sunda kommunu siga tey, at alifyritøkan Marine Harvest hevur nógv virksemi í Haldarsvík, og gamla bryggjan var ikki hóskandi til virksemi longur.
- Arbeiðið eru nú komið so mikið væl áleiðis, at nýggja og snotiliga betong-og timburbryggjan verður avhendað til kommununa síðst í januar mánaði, verður lagt aftrat.