bara ikki vera serliga lætt hjá føroyska hondbóltslandsliðnum at ferðast. Tá farast skuldi úr Moskva til Italia, komu menn brádliga eftir, at einki flogfar hjá Al Italia stóð á breytini. Mest sum á miðjari [...] Soleiðis kemur hópurin nakað seinni enn ætlað til Keypmannahavnar, men eftir øllum at døma verður tað kortini so, at landsliðið kemur til Føroya í kvøld. Um enn so hetta verður nakrar tímar seinni, enn [...] miðjari nátt mátti starvsfólk hjá Atlantic Airwasy ígongd við at umbóka alt ferðaliðið, og støðan var ikki heilt ólík, tá ferðalagið nú skuldi aftur til Føroya. - Flogfarið, sum vit skuldu við, var í øllum
verður hetta gjørt fyri at tryggja, at børn og onnur ikki koma illa fyri í tjørnini. Alt vatnið er tikið úr Myllutjørn og kanningar eru gjørdar av, hvussu djúp hon er. Tað vísir seg, at dýpi er millum tríggjar [...] av, at tjørnin liggur opin fyri øllum. Vil illa til, kann ein gerast fastur í móruni. Innhegningin av Myllutjørn er ein fyribils loysn, meðan arbeitt verður har á leiðini, tí seinni er ætlanin, at tjørnin
kravt, at Karadzic og fyrrverandi herovasta hansara, Ratko Mladic, handtiknar, og altjóða tíðindastovar meta í kvøld, at handtøkan av Radovan Karadzic fer at økja um møguleikarnar hjá Serbia fyri at gerast [...] 43 mánaða langu hersetiningi av Sarajevo, har 12.000 fólk lótu lív. Hann er somuleiðis ákærdur fyri at vera maðurin handan hópdrápið á umleið 8.000 muslimar í Screbrenica í 1995. Serbiska forseta skrivstovan
felagnum gevur mær møguleika at arbeiða nógv meira miðvíst við strategiska partinum av virkseminum, og við eini sterkari nevnd er munandi størri kompetanca eisini knýtt at felagnum, sigur Jákup í Stórustovu [...] Stórustovu. Í blaðnum í morgin verður meira at frætta um ætlanirnar og virksemið hjá NAFA, nú felagið er til reiðar at átaka sær munandi størri avbjóðingar. [...] North Atlantic Football Agency hevur seinastu sjey árini ment seg úr ongum til at verða ein veruligur aktørur á fótbóltsmarknaðinum. Nú hava Eik grunnurin og Framtak sett hálva aðru millión í felagið,
er nú farið undir fyrireikingarnar at lata upp Útlendingastovu. Stjóri er settur, og í næstum verður søkt eftir starvsfólki Útlendingastovan fer í fyrstu atløgu at taka sær av teirri málsviðgerð, sum [...] og upplýsing av málum fyri donsku myndugleikunum. Ætlanin er eisini, at útlendingar skulu kunna venda sær til Útlendingastovuna til at fáa vegleiðing í ivamálum um rættindir, skyldur og onnur viðurskifti [...] verður kortini tann sama sum nú, so leingi útlendingamál ikki er yvirtikið málsøki. Hetta merkir, at Udlændingeservice í Keypmannahavn framvegis er fyrisitingar- og avgerðarmyndugleiki í øllum málum um
fortørnaður um, at almanna- og heilsumálaráðið, sum varar av pensjónsøkinum, ikki er tikið við uppá ráð í greiningini, sum varð sent á gøtuna í hesi vikuni. - Tað kemur als ikki uppá tal at hækka pensjónsaldurin [...] pensjónsaldurin. Tað hevur nógv størri týdning at skipa eina munagóða eftirlønaruppsparing heldur enn at hækka pensjónsaldurin, sigur Hans Pauli Strøm við Sosialin í dag. Hoyr beinleiðis samrøðu við Hans Paula [...] erligu meining um pensjónsreformin í tíðindunum á Rás 2 á middegi Hans Pauli Strøm sigur kortanei til at hækka pensjónsaldurin úr 67 uppí 71 ár. Hetta var annars eitt av uppskotunum í einari greining, sum
hann av ferðini, ið eftir frásøgnini at døma lá um 60 míl. Frásøgnin var kanska meira róp og hálovan, tí James var ivaleysur í, at hetta var nakað, ið øll eiga at royna, tí størri uppliving hevði hann [...] hann neyvan havt í lívinum. Orsøkin til royndarferðina var, at Rás2 vitjar í Vági undan jóansøkuni 2008, og eitt av tilboðunum á jóansøku er, at ein túrur við Scorpion kann roynast á Vágsfirði. (Sí eisini
grundgevingunum siga tey sum sendu uppskot inn, millum annað : - Orsøkin til at eg haldi at hetta navni er væl hóskandi, er at søguligi tingstaðurin í Køtlum liggur omanfyri Árnafjørð. - Annars er Katla [...] - Eisini er ein fiskur ið eitur ?Katla fish?. Sum sigst at vera øgiliga vælsmakkandi, og við einum góðum kiloprísi. - Leggjast kann afturat at Katla er eitt tað vandamiklasta gosfjallið í Íslandi. Katla
fer týska sprundið at royna seg sum gestabarrvørður. Samstundis verður høvið hjá vitjandi at fáa eitt lítið prát við Danielu, meðan hon skeinkir í glasið, skrivar byin.fo Umframt at umboða Týskland í Miss [...] Týsklandi í ár umframt, at hon vann heiðurin “Miss European Queen 2007”. Daniela Risch stendur handan barrina í Maverick fríggjakvøldið og í Eclipse leygarkvøldið. Meir fæst at vita og síggja á byin.fo
Teir høvdu ikki roknað við øðrum, enn at lendingin í Føroyum fór at verða ógvuslig (PORTALURIN Á FLOGVØLLINUM): Franska landsliðsferðalagið er nú farið úr Vágum. Tá ið spælararnir komu út, tóktust teir [...] høvdu vit trupulleikar við at lenda, so hetta kom ikki óvæntað á okkum. Var tað panikkur umborð á flogfarinum? -Nei, als ikki. Alt ferðalagið var púra róligt og fyrireikað uppá, at hetta kundi verða soleiðis [...] teir ógvuliga fokuseraðir, og teir tóku sær ikki av, at nógv fólk bíðaði eftir teimum. Men stórstjørnan úr Barcelona, Thierry Henry, smíltist til mannfjøldina. Meðan teir pakkaðu viðførið í ein av bilunum